Føroysk fløga
Uni L. Hansen
Hanus G. Johansen – Hørpuspælarin
2010 fer í søguna sum eitt sterkt ár hvat viðvíkur føroyskum tónleikaútgávum. Yvir 30 fløgur eru útkomnar í ár, og støðið hevur ongantíð verið hægri. Fleiri fløgur eru verdar at framhevja, eitt nú “Let The Dog Drive Home” Hjá Teiti og ikki minst “Fighters They Bleed” hjá SIC, ið báðar eru meistarliga hvør í sínum lagi. Men ein útgáva kagar upp um allar hinar í ár. “Hørpuspælarin” hjá Hanus G. Johansen er ikki bara ársins besta føroyska fløga, men skal teljast millum bestu føroyskum tónleikaútgávur gjøgnum tíðirnar.
Hanus er ein livandi legenda, men hann hevur ongantíð verið betri enn nú, hann aftur syngur Poul F. Orð eru fátøk, og tár siga ofta meira, og tey havi eg felt nógv, meðan eg havi lurtað eftir vøkru sangum Hanusar, ið hann hevur skrivað til flottu og sorgblíðu yrkingarnar hjá Poul F. Joensen.
“Hørpuspælarin” er tónlist, tá hon er allarsterkast. Besta dømi er sangurin “Góða ongantíð fer tú úr huga”.
Útgávan javnviga eisini so ómetaliga væl bæði tað fólksliga og hámentaða, ið annars altíð eru sum olja og vatn á føroyska mentanarpallinum. Annað vil ikki vita av hinum og øvugt. Men tá Hanus G. syngur Poul F., so er tað viðkomandi fyri bæði flakakvinnuna í Klaksvík og lærda bókmentafrøðingin í Tórshavn.
Keypið hesa fløgu.
Føroyskur sangur
Malan Eyðunsdóttir
Eivør Pálsdóttir – Vøka
Besta føroyska lagið í 2010 er Vøka hjá Eivør Pálsdóttir, ið er á fløguni Larva, og sum somuleiðis er einasta lagið á fløguni við føroyskum teksti. Tað eru fleiri ymiskar orsøkir, hví eg haldi, at júst hetta lagið er tað besta. Hetta er eitt lag, ið Eivør sjálv hevur skrivað tekstin til, og lagið hevur hon gjørt saman við Benjamin Petersen. Tað hevur ein dapran dám við nøkrum elektroniskum elementum, ið liggja sum grundarlag undir lagnum, og geva eitt ófrættakent og orkumikið huglag. Ljósa og inniliga røddin hjá Eivør gevur lagnum nakað heilt serstakt saman við tekstinum, ið hevur eksistentiellar og seksuellar undirtónar. Kórarrangementið hjá Tróndi Bogasyni, sum útisetakórið Mpiri syngur, er heilt fantastiskt, og fær lagið nærum at eksplodera. Hæddarpunktið í lagnum er vokalsoloin hjá Eivør. Hon dugir sum eingin annar at spæla við røddini og geva henni frítt flog, og alt gongur upp eina hægri eind, tá Eivør nærum skríggjar hægstu tónarnar út. Eitt heilt ótrúliga gott lag, sum fer inn undir húðina, og sum eg ongantíð verði troytt av at hoyra.
Útlendsk fløga
Fróði Løkságarð
Robert Plant - Band Of Joy
Um eg hugsi um tað, sum er komið av útlendskum tónleiki hetta árið, eru fleiri minniligar útgávur, ið renna mær til hugs. Ein er kortini, sum stendur klárari fyri mær enn hinar. Band Of Joy er heitið á seinastu soloútgávuni hjá fyrrverandi Led Zeppelin sangaranum, Robert Plant. Sjálvur haldi eg hesa verða bestu soloútgávuna hja Robert Plant eftir tíðina í Led Zeppelin. Eftir væleydnaða samstarvið við Allison Krauss á T Bone-Burnett framleiddu útgávuni, Raising Sand, sum kom á marknaðin í 2007, var eg ikki sørt spentur eftir at vita, hvørjar kaninir Robert Plant hevði eftir í hattinum.
Á Band Of Joy samstarvar Robert Plant við frálíka guitarleikaran og framleiðaran Buddy Miller. Talan er í stóran mun um útgávu við tøkuløgum, har løg hjá millum annað Los Lobos, Low og Richard Thompson eru at hoyra í nýggjari tulking. Sum tulkari er Robert Plant frálíkur. Hann megnar á ein hátt at geva lurtaranum kensluna av, at hetta er hansara egnu løg. 62 ára gamli sangarin megnar, hóast ýlini frá Led Zeppelin døgunum eru tagnað, framvegis at hugtaka lurtaran. Avgjørt ein av ársins bestu útlendsku útgávum.
Filmur
Birgir Kruse
The Ghost Writer - Hulduhøvundurin
At síggja film í almenna rúminum er blivið so avmarkað, at millum teir filmar, sum eg havi sæð til almenna sýning í ár, kann talan bara verða um tríggjar: tveir við Leonardo Di Caprio, ‘Inception’ og ‘Shutter Island’, ella ársins filmur hjá Polanski, ‘The Ghost Writer’. Eg velji hin seinasta. Orsøkin er, at hetta var ein klassisk og elegant nøtrisøga, ið snýr seg um at skriva fyri onnur, og knappliga verða vundin inn í eina aðra søgu, sum ein heilt annar hevur pallsett og skrivað. Praktfull søga, sum eg taki til mín og fái nógv burturúr. Og so er henda filmaða søgan ikki so kompleks, sum hinar báðar. Her verður orðafellið ‘Hoyr um ein annan, hygg um teg sjálvan’ vent á høvdið. Boðskapurin í filmaðu søguni er heldur at læra seg at lesa millum reglurnar. Í hvussu er, um ein vil vera hulduhøvundur.
Føroyskur ítróttur
Uni Holm Johannesen
Pál Joensen
Nú ítróttarárið 2010 skjótt er farið afturum er spurningurin ikki, hvat var ársins ítróttarbragd. Spurningurin er hinvegin, hvat er størsta føroyska ítróttarbragd nakrantíð. Allan Nielsen, ítróttarskrivari á Politiken, reisti spurningin, tá Pál Joensen svam silvur til Føroya undir evropameistaraheitinum í 1500 metra frí. Pál Joensen hevur verið føroyska ítróttarbrandið seinastu árini. Ongantíð áður hevur nakar føroyingur bjóðað heimsins bestu av, sum vágbingurin hevur.
At hansara avrik ikki stendur langt framman fyri sigurin hjá føroyska landsliðnum á Eysturríki í Landskrona er, at fótbóltur er eitt liðspæl, og svimjing er einstaklingaítróttur.
Eitt annað flott føroyskt ítróttaravrik í 2010 var túrurin um Atlanshavið hjá Livari Nysted og Artemis Investments.
Føroysk bók
Kári Árting
Marjun S. Kjelnes – Skriva í sandin
Ikki er lætt at velja eina bók burtur úr rúgvuni sum ársins bók millum tær um 150 nýggju føroysku bøkurnar, sum komu út í 2010, tí bøkurnar eru so ymiskar. Tað kundi t.d. verið ein yrkisbók ella ein søgulig bók, tí hesar fylla nógv mest í rúgvuni. Tær fylgja flestallar einum vælkendum leisti, og bróta sum so ikki burtur úr nýggjum, tó at tað ofta liggur áralangt arbeiðið við at leita eftir og skipa tilfarið aftan fyri, og fleiri av teimun eru bæði áhugaverdar og væl skrivaðar.
Í mun til hesar, kemur ikki nógvur upprunaføroyskur skaldskapur út og als ikki til ung, og tí havi eg hug at velja ungdómsbókina hjá Marjun S. Kjelnes; Skriva í sandin sum ársins føroyska útgávu.
Skriva í sandin er sum sagt ungdómsskaldsøga ella søgusavn í tíggju kapitlum. Søgugondin fylgir ikki einum tráðið, hóast øll søgan fer fram eitt vikuskifti ymsastaðni í Havn, men er skriva hegnisliga soleiðis at allar søgurnar vera flættaðar saman. Tað er ein nýggjur høvuðspersónur í hvørjari søgu, men flest allir persónarnir ganga aftur í hinum søgunum, soleiðis at høvuðspersónurin í einum kapitli er hjápersónur í tí næsta, og soleiðis vera fleiri av persónumum væl lýstir, hóast teir eru nógvir í tali. Evnini og sum Marjun tekur upp eru stór og djúp, og kunnu hvørt sær saktans fylla eina heila skaldsøgu. Hon skrivar um seksualitet og sjalusi, fráverðandi foreldur, trupuleikar millum foreldur, foreldur og tannáringarnar, rúsevnistrupuleikar, etingarólag og nógv annað, sum liggur frammalaga í hugaheiminum hjá einum tannáringi. Í so nógv yvurbroderað kann onkur kanska halda, gamaní, men av tí at søgurnar bæði kunna og tola at standa einsamallar, klárar bókin at bera hesum.
Við hesi bókini hevur ungdómurin fingið eitt framúrskarandi dokument um, hvussu tað var at vera ungur í føroyum í 2010. Eg eri vísur í at bókin verður fastur lestur á framhaldsdeildunum og miðnámsskúlunum í nógv ár framyvur, líka so væl sum foreldur kunnu lesa bókina fyri at fáa eina meiningsfulla samrøðu um bókina saman við tannáringinum.
Stórstu styrkirnar hjá Marjun er hennara evni at fáa tekstin bæði viðkomandi og nútímans eins væl at hann er lættur og flótandi.
Persónarnir eru trúligir og livandi. Eg gleði meg til Marjun hevur tilfar til eina skaldsøgu til vaksin.
Útlendsk bók
Kári Árting
Sofi Oksanen - Renselse
Hyggja vit út um landoddarnar er tað bókin hjá Finsku Sofi Oksanen, sum á donskum hevur fingið heiti Renselse, sum hevur bitið seg fasta.
Tað er ikki á hvørjum sinni at virðisløntar bøkur eisini fanga áhugan hjá breiða lesaraskaranum. Men bókin hjá Sofi Oksanen, sum vann Norðurlensku Bókmentavirðislønina, brýtur frá í so máta, tí bæði ummælarar og lesarar flest vera bergtiknir av hesi søguni.
Søgugongdin fyrigongur lutvíst í Estland undir sovjettisku innrásini undir seinna heimsbardaga, men eisini fyrst í nítiárunum, eftir at múrarnir eru fallnir og eitt nýtt Europa er um at taka skap. Ein dagin í 1992 finnur tann gamla Aliide eina unga illa á holdum komna gentu í túninum. Hun gerst ótrygg og bangin, men at enda vinnur samkenslan, og hon tekur gentuna inn. Soleiðis møtast Aliide og Zara.
Tann eldra hevur livað alt lív sítt á Vestur Estlenska garðinum, tann yngra vaks upp í eystur Russlandi og leitaði eftir eydnuni í vestur Europa. Hin gjørdist offur fyri sextrælahandli, men flýggjar nú undan bakmonnunum sum elta hana. So líðandi gerast vit greið yvur hvørji bond knýta báar kvinnurnar saman, samstundis sum vit fáa søguna um eina familju sum kemur í klemmu og fer í upploysn tá nýggj leiðsla tekur valdið í einum landið.
Ikki kann sigast at skaldsøgan er reinur jólalestur. Hárini hava hug at reisa seg undir lestri, og søgan blívur við at spøkja, langt aftaná at seinasta síðan er vend.
Bilur
Magnus Gunnarsson
Nissan Juke
At velja bestu bilnýggjheit í 2010 er ikki so einfalt sum tað ljóðar. Besta nýggheit kundi jú verið tann mest praktiski bilurin, tann sum koyrir longst upp á liturin ella tann sum dálkar minst - alt eftir hvat dentur verður lagdur á.
Um vit nýta design sum mátistokk fyri bestu bilnýggjheit, eru fleiri spennandi bilar komnir til landið í 2010 sum t.d. Citroën DS3, Volvo S60, Mitsubishi ASX, Hyundai ix35 og Nissan Juke, sum er tann mest sermerkti av hesum bilum.
Flest allir nýggir bilar líkjast onkrum vit hava sæð fyrr, men Nssan Juke er ein bilur, sum veruliga skilir seg út, og fólk venda sær eftir í ferðsluni. Bilurin er eyðkendur av, at hann er høgur frá vegnum við stórum hjólum og útbygdum skermkassum.
At ein bilverksmiðja torir at koma á marknaðin við einum slíkum bili, sum sær so nógv øðrvísi út, enn tað vit eru von við, er áhugavert. Um øðrvísi og annarleiðis design er ein góð nýggjheit, er Nissan Juke eitt boð.
Lutur
Inna Tørnroos
iPad
Í langa tíð hevði verið teskað og tutlað um, at Apple skuldi koma við onkrum slóðbrótandi innan teldur. Nógv gittu, at tað skuldi vera ein sokallað peikitelda, og rætt fingu tey. Í mars í ár kallaði Steve Jobs til tíðindafund og iPad var víst fram.
iPad er í mongum førum eitt syskinabarn hjá tí vælkendu iPhone. Sniðið er tað sama, heim-knøtturin er tann sami, og á síðuni ber til at minka ella økja um ljóðið.
Grundin til, at iPad er ársins lutur, eru ikki køirnar, ið hava verið um allan heim, tá teldan er komin í handlarnar, nei, tað er hátturin sum iPad fer at ávirka internetið framyvir.
Bonnier, ið er ein av størstu blaðfyritøkum í Norðurlondum, segði fyri stuttum: "Vit taptu internet, vit tapa ikki iPad". Við tí meina tey, at við iPad fer tað at bera til at vinna pening. Brúkararnir fáa betri vøru og tænastu, og tí verður gjørligt at taka pening fyri tað.
Aðrar vinnur, sum eisini fegnast um iPad, eru tey, sum framleiða bøkur, film, tónleikur og spøl. Øll hesi síggja iPad sum ein frálikan hátt at byrja av nýggjum við internetinum.