? Tá bumban brast og føroyingar byrjaðu

Soleiðis nevnir Lasse Klein, fyrrverandi landsstýrismaður, alt tilfarið, hann hevur savnað og skrivað frá landsstýristíð síni, og sum hann handaði Atlantic Airways á 10 ára degnum

? Tá eg fyri 10 árum síðani bjóðaði flogfarinum og manningini hjá Atlantic Airways vælkomnum, var tað tí vit kundu hátíðarhalda eina av størstu hendingum í samferðslusøgu føroyinga.

? Tá segði eg eisini, at flogsøga føroyinga hevði nøkur ár á baki, sum eg skuldi lata vera við at koma nærri inn á, men bert staðfesta at grundarstøðið undir hesi loysn, sum vit høvdu funnið fram til eisini hevði nakað við sjálva byrjanina at gera.

? Í dag, 10 ár seinni, standa vit so aftur her, og kunnu hátíðarhalda 10 ára stovningardagin hjá Atlantic Airways, og eg eri sera takksamur fyri at vera her í dag og ynskja leiðslu, manning og okkum øllum tillukku við degnum, segði Lasse Klein, ið var landsstýrismaður í samferðslumálum, tá føroyingar fingu sítt egna felag.


Loyniligar fyrireikingar

Og víðari greiddi hann frá, at hóast fyrireikingarnar at stovna felagið vóru hildnar loyniligar frá januar 1985 til 10. desember 1986, tá ætlanin varð almannakunngjørd í tinginum, so var fyrireikingin á øllum økjum nágreinilig og miðvís, og mín uppgáva var eisini at meta um avleiðingarnar, men arbeiðsuppgávan eydnaðist.

? Hetta var ongantíð nøkur løtt uppgáva hjá øllum teimum sum vóru við í hesum arbeiði og heldur ikki hjá teimum, sum seinni fingu til uppgávu at reka felagið, men tit megnaðu uppgávuna, segði Lasse Klein.


Arrogantir danir

Síðan greiddi hann frá, tá hann var við á fyrsta fundinum við danska ferðslumálaráðið í september 1985 um føroyska ynski at taka lut í flogkonsisiónini, og segði, at tað fór hann seint at gloyma.

? Tá fingu vit at vita frá stjóranum, sum segði: ? Tit føroyingar koma jú her til Keypmannahavnar 4. hvørt ár tá val hevur verið í Føroyum, hvør skal siga, tit fáa einki úrslit kortini. Hesin setningur rann okkum kaldur niður eftir bakinum, og eg svaraði, at tey kundu taka tað róligt, tí vit fóru bert at koma eina ferð.

? Tað sum er farið, er farið og kemur ongantíð aftur. Vit skulu hyggja frameftir, og tí er eisini neyðugt at eitt flogfelag sum Atlantic Airways eisini er við í kappingini bæði tá tað snýr seg um materiel, kundatænastu og fíggjarliga styrki, at taka upp avbjóðingarnar á øllum teim økjum, sum eru neyðug fyri at felagið kann røkka sínum endamálum.

? Ábyrgdin yvir fyri føroyingum eigur at standa frammalaga í huganum hjá leiðslu felagsins, sum so dyggiliga hava stuðlað felagnum hesi 10 árini, segði fyrrverandi landsstýrismaðurin í samferðslumálum.


72 síður

Síðan handaði hann Atlantic Airways alt tilfar í sambandi við felagið frá landsstýristíð síni og sum hann hevur nevnt: Tá bumban brast og føroyingar byrjaðu.

Tilfarið er 72 síður, og Lasse Klein segði, at sumt av tilfarinum er væl kent, meðan annað er, sum kanska er forvitnisligt hjá felagnum og sum kann leggjast aftrat søgutilfarinum hjá felagnum.