Tað er ein gáta at Tjóðveldi góðtekur slíkt

– Enn einaferð hevur ríkisfelagsskapurin hjálpt okkum, siga løgtingsmenn fyri Sambandsflokkin

– Føroya Fólk má fáa greitt at vita um tað er ríkisfelagsskapurin, sum tryggjar okkum bílig lán til undirsjóvartunlarnar.

 

Tað halda teir báðir løgtingsmenninir fyri Sambandsflokkin, Kaj Leo Holm Johannesen og  Bárður á Steig Nielsen, sum eisini er formaður í flokkinum.

 

Tí fara teir nú at at seta Hendriki Old, landsstýrismanni í samferðslumálum, ein formligan fyrispurning um, hvønn týdning ríkisfelagsskapurin hevur fyri lánini til tunlarnar.

 

Tá ið Løgtingið samtykti fíggjarlógina fyri næsta ár, tvíhildu teir báðir um, at orsøkin til, at tað bar til at fáa so lagaliga fígging til Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, er tann, at vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark.

 

Tá vildi eingin svara upp á spurningarnar. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Hendrik Old, tók ikki orðið og hvørki Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, ella Aksel V. Johannesen, løgmaður, vildu svara, tí tað var ikki teirra málsøki.

 

Hinvegin váttaði Teitur Samuelsen, stjóri í felagnum, sum stendur fyri at gera tunlarnar, at ríkisfelagsskapurin hevur týdning fyri lániavtaluna.

 

Tað stendur nevniliga í avtaluni, at lánsveitararnir kunnu krevja lánið goldið, um so er, at møguleikarnar hjá landinum at rinda at rinda lánið aftur, broytast munandi, eitt nú sum ein avleiðing av, at Føroyar fara úr ríkisfelagsskapinum við Danmark.   

 

 

Les eisini: Loysing fær avleiðingar fyri undirsjóvartunlarnar

 

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hetta váttar, at ríkisfelagsskapurin er trygdin fyri, at vit fáa bíliga fígging til undirsjóvartunlarnar.

 

Lánið, sum er tikið til undirsjóvartunlarnar, gongur yvir 24 ár, og rentan liggur føst øll árini, og hon er bara 2,73 prosent.

 

 

Hann ivast onga løtu í, at vóru vit ikki í ríkisfelagsskapi við Danmark, hevði rentan fyri lánið verið munandi hægri enn hon er.

 

– Vit hava altíð vita, at so leingi, vit eru í ríkisfelagsskapi, fáa vit bíliga rentu. Vóru vit ikki í ríkisfelagsskapi, hevði rentan verið mangt slíkt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

– Men hvussu Tjóðveldi kann góðtaka, at ríkisfelagsskapurin verður brúktur sum trygd fyri at vit fáa bílig lán, skilji eg ikki. Eg skilji heldur ikki, hvussu Tjóðveldi kann góðtaka, at loysingin nú er útsett í hvussu so er í 24 ár.

 

Eisini Bárður á Steig Nielsen sigur, at hetta váttar, hvussu góð trygd er í ríkisfelagsskapinum.