Tað er gott, at ? eldraárið? setir ljóskastaran á tann partin av Føroya fólki, sum hevur lagt grundvøllin undir føroysku nútíðina
Í veruleikanum eru tey gomlu heilt vanlig menniskju, sum bara hava livað longur enn hini. Tey hava upplivað Føroyar upp á gott og ilt. Tey hava spart og spinkað, hava føtt ótal av børnum, velt alt landið fruktagott, røkt bjørg, haga og hav, tey hava yrkt og sungið, handlað og skapt virðir, sum bæði kunna metast í pengum og ikki.
Nú eru summi móð. Tey njóta tað at ?eiga dagin?. Og tað skal vera teimum væl unt.
Men tey eldru verða fleiri. Teir stóru árgangirnir eftir kríggið eru ikki blivnir gamlir enn. Og vit fáa færri børn enn fyrr.
Tey ungu, sum eru ?mitt í verðini? stremba eftir fáum børnum, góðum arbeiði og góðum bústaði. Einki ilt um tað. Tey vísa samfelagssinni, lata helvtina av inntøkuni til kollektivið, samfelagið, og fáa ágóðan av tí sum sjúkrahús, skúlar etc. Og tey hava tað stravið, mangan. Og ferð á í lívinum - alt skal ganga skjótt. Eisini lívið. Helst í bili. Og áðrenn langt um líður, eru eisini tey við at eldast, og hvat so?
Tað verða færri og færri føroyingar, sum fara at forsyrgja Føroyum. Tey færru børnini, sum í sínum lagi eisini fáa fá børn, fáa - um vit ikki beinanvegin broyta hugburð(holdning), - eina ómenniskjansliga byrðu at bera, tá tað verða tey, sum standa ?mitt í verðini?.
Tí er verandi tvungni 67 ára-pensiónsaldurin ein katastrofa longu um 20 ár. Um skil skal vera í, verða vit noydd at hækka pensiónsaldurin skjótast møguligt, soleiðis at fólk, sum væl at merkja ynskja og orka tað, arbeiða nøkur ár aftrat.
Verðið vís í, at natúran sjálv fer at sálda frá. Men enn á døgum finnast fólk sum Mc Kinney Møller, enn á døgum liva 70 ára gomul sum fyrsta dagin; tey eru gløgg við drúgvum lívsroyndum, tey hava sínar heilt serligu kynsbýttu dygdir, og allur samleiki teirra, identitetur, hongur saman við tí at gera, at virka, rætt og slætt at arbeiða við onkrum teimum dámar, møguliga færri tímar enn fyrr, møguliga við róligari ferð, men kortini við góðari dygd, og tey eiga ikki á nakran hátt at verða straffað afturfyri.
Tey hava sjálvi í ein mansaldur spart sína fólkapensión saman og lænt statinum hana. Nú skulu tey hava hana útgoldnað, við húð og hár og nakað væl aftrat.
Ein litur av olju kostar í dag kr. 3. So ein fólkapensionistur skal av við allar sínar ?matpengar? tann mánan, hann fyllir oljutangan.
Hetta er tann stóra skommin, sum eini 12 - 18 løgting hava jabbað og brigslast um líka síðan fólkapensiónin kom í gildi her á landi. Pensiónin er ov lítil mínar damur og mínir harrar!!! Hon er á tí internationala hungursmarkinum. Hon er orsøkin til, at summi ongantíð kunnu hava gestir til matna, kunnu fara til sjónleik, kunnu eta úti ella hava tær vøkru lampurnar tendraðar í stovuni - alt beskeðin ting, sum geva tær lívskvalitet. Øll eru samd um tað; men eingin ger nakað við tað - hvørki í góðum ella í ringum tíðum.
Tey gomlu verða koyrd uttan fyri hegnið, og tey koma sær so illa at jamra, tað er skomm.
Men tað er als eingin skomm at blíva gamal, ?tað er ein æra?. Tann dýrkan av glamor og forlornum lívskvaliteti, sum floymir út úr heimsins sjónvørpum, (har ein kvinna yvir 50 ár verður hildin at vera ov gomul at lesa tíðindir upp), tað er skomm og alt ein stór lívslygn.
Har sum eingi børn og gomul eru,( t.d. í nazistisku fangalegunum), er okkurt spinnandi galið.
Tí kunnu Føroyar ganga á odda - fyri eina ferð skyld - og broyta kós. Geva teimum eldru virðilig kor - nú. Hini londini, sum júst hava sama trupulleika, kunnu so kanska fáa eitt hugskot og fylgja í hølunum - um tey vilja.
Oddvør Johansen
12 okt 1999