Tað góða lívið

Vøkstur og ræðandi ójavni eru tíðarinnar tekin. Men hvat var málið? Hava vit gloymt ein lærdóm, sum var ein sjálvfylgja í forn- og miðøld?

Hanus Kamban
----


Gjógvin millum rík og fátæk
Vit uppliva í hesi tíð í okkara lítla landi broytingar, í samfelagnum sum heild og millum borgara og borg­ara, ið sum frá líður kunnu fara at vísa seg at vera stórar, og um illa vil til, enntá víðgongdar. Tað víðgongda rákið er annars nakað, vit vanliga seta í samband við vinstra­vongin. Ein kann í hesum sam­bandi eitt nú nevna ta fronsku koll­veltingina í 1789 og ta russisku í 1917.
Tað rák, eg her sipi til, er av lut­vís øðrum slag. Tað rekur ósætt, at kalla í loyndum, uttan harðskap, yvirlýsingar ella rakstrarróp. Tann einstaki borgarin veit nóg illa, hvat fer fram, hómar nóg illa nakað mynstur og kennir valla tær maktir, sum flyta talvfólkið. Og tó eru tað hansara lív og lagna, sum verða ávirkað, kanska á radikalan hátt, av tí loynda talvinum.
Men høvuðsevnið í hesi kronikk er tað hugtak, sum ein kann rópa tað góða lívið. Er nakað til, sum vit kunnu rópa tað góða lívið? Um so er, hvat týdning hevði hetta hug­tak hjá okkara forfedrum, ella í miðøld ella í klassiskari tíð? Hvussu verður hetta góða lívið virt í dag? Og hvussu verður tað, um tað yvirhøvur er til, ávirkað av 21. aldar rákum og stevnum?
Og, kanska ikki minst, hvat er tað góða lívið? Kunnu vit seta fram nøk­ur eyðkennir, sum skilmarka hetta hugtak og tess grundvirðir?
Fyri at varpa ljós á evnið, fari eg stundum at vísa til, hvat heim­spekingar og búskapar­frøð­ingar hava sagt, og hvat vit kunnu lesa um hetta evni í Nýggja Testamenti. Og lat tað vera sagt beinan vegin, at hesar hugleiðingar í stóran mun spretta úr lesnaði, bókini HOW MUCH IS ENOUGH – the Love of Money, and the Case for the Good Life, sum kom út fyrr í ár.
Rithøvundarnir eru Robert Skidelsky, sum er búskaparfrøðingur og Edward Skidelsky, sonur hansara, sum er heimspekingur. Tann fyrri er professari við lærda háskúlan í Warwick. Tann seinni undirvísir í heimspeki við háskúlan í Exeter.

Lutfallið er 1 til 263
Tá ið í innganginum eitt víðgongt rák varð umrøtt, var ikki bara hugs­að um okkara smáu oyggjar. Veru­leikin er ofta tann, at vit hava ein smáheim, eitt mikrokosmos, sum virkar í samspæli við ein stórheim, eitt makrokosmos. Er okkara land ein smáheimur, eru ríkini fyri sunn­an og vestan, t.e. Europa og USA, stórheimurin.
Um vit nú hyggja at sjálvum megin­ríkinum vestanfyri, USA, so varnast vit eisini í hesum landi, um vit líta at søguni, eitt rák av víð­gongdum slag. Sum dømi kann eg nevna, at í 1970 var í USA gjógvin mill­um ein arbeiðara við miðal­­inn­tøku og ein forstjóra, hvat inn­­tøku viðvíkir, í miðal minni enn lutfallið 1 til 30. Men í dag er í sama landi tann sama gjógvin sum lut­fallið 1 til 263.
Hetta merkir, at í dag er støðan tann, at tá ið ein vanligur arbeiðari forvinnur 1000 dollarar, forvinnur tann múgvandi borgarin í sama tíðarskeiði 267.000 dollarar. Men av tí at hetta eru miðaltøl, verður støðan í roynd og veru stundum tann, at meðan tann fátæki borgarin forvinnur 1000 dollarar, forvinnur tann ríki borgarin í sama tíðarskeiði kanska 2 ella 3 milliónir.

Nøgd og dygd
Eitt rák sum tað, eg her havi sipað til, er ikki eitt umskifti ella ein vend, men heldur ein kollvelting. Ein av mongum áhugaverdum spurn­ingum er nú hesin: Hvussu ávirk­ar henda radikala broyting til­veruna hjá tí ríka? Um nakað finst, sum kann rópast tað góða lívið, ognast tann ríki, bankastjórin ella fíggjarbarónurin ella eigarin í eini meginfyritøku, hesa perlu?
Eg fari at velja eitt subjektivt svar og vísa til sjónvarpssendingar, har ljós verður varpað á tilveruna hjá m.a. teimum fíggjarbarónum, sum frá 2008 kastaðu USA og Eu-ropa út í svára og drúgva kreppu. Tað er ikki óvanligt, fáa vit at vita, at ein slíkur harri umframt annað marglæti eigur kanska 10 hús, 15 bilar og 2-3 privatflogfør.
Hansara lukka tykist okkum kanska fullkomin, men er í hansara egnu eygum ikki fullkomin, men rela­tiv. Tí vinmaður hansara eig­ur kanska 15 marglætishús, 20 bilar, 6 privatflogfør og 6 glæsilig stutt­leika­skip. Hann er ikki nøgdur og hans­ara misnøgd verður ikki minni, tá ið hann sær vinmansins spildur­nýggja golfvøll, ella at kranarnir í hansara húsum eru av gulli, ella tá ið hann varnast eina av vinmansins nýggju frillum, sum ber av øllum øðrum kvinnum í glamour og smart­ness.
Latum okkum fyribils sleppa hes­um leiðiliga evni. Men lat tað fyrst vera sagt, at tað neyvan er kvali­tetur, sum eyðkennir hesa til­veru, men heldur kvantitetur, nøgd og ikki dygd. Um sjálvt lívs­inni­­haldið hjá summum av hesum harrum – tó sjálvsagt ikki øllum – fáa vit at vita, at frammaliga í tí eru rúsevnir, serstakliga kokain, og kostnaðarmiklar og marglætis­kendar skøkjuvitjanir.
Ein sær stundum hesi fólk daga á skíggjanum, men varnast fá tekin til nakað, sum minnir um andaliga kjølfestu, fagurfrøðiligan fínleika ella bara vanligt gløggskygni. Summ­ir tykjast enntá ikki hava stór­­veg­is av innliti í sítt egna fak, um tað eitt nú er banka­leiðsla ella fíggjar­­frøði. Hóast hesir menn at síggja til eru klót­unnar harrar, minnir ongin teirra um ein Kant ella ein Man­dela, tíansheldur Seneca, Sokra­tes ella Kristus.

Yvirflóð og lukka
Tað kann vera ómakin vert nú at víðka okkara sjónarvinkul, so at vit síggja, ikki bara eina smala yvir­stætt, men alt samfelagið. Um vit nú fara eini áttati ár aftur í tíðina og steðga, eitt nú við árið 1930, so kunnu vit kanska siga, at vælferðin í vesturheiminum síðani tá er tvey- ella trífaldað.
Okkara forbrúk er nógv vaksið, okkara bústaðir somuleiðis, okk­ara undirstøðukervi og ferðslu­møgu­leikar mentir á radikalan hátt, okk­ara hentleikar margfaldaðir. Men hvussu við tí hugtaki, vit kunnu rópa lukku, sum er ein týðandi partur, og kanska hjartað, í tí góða lívinum?
So merkiligt tað kann ljóða, kunnu vit eisini her vísa til kann­ingar. Vísindamenn hava nevni­liga skapt lukkumálarar ella eydnu­baro­metur og gjørt hagtøl, sum lýsa lukku­standin í londum vestanfyri.
Sum dømi kann eg taka eitt yvir­lit yvir hagtøl fyri brutto­tjóðar­inntøku og lukku í Bretlandi árini 1973-2009. Talið fyri vælferðina er at kalla tvífaldað, men lukkutalið er óbroytt, ein fløt strika. Hóast ein kann ímynda sær, at summi fólk niðri á samfelagsins botni eru illa fyri, hvat lukku viðvíkir, og summi rík kanska sera lukkulig, tykist sum heild onki beinleiðis samband vera millum ríkidømi og lukku.
Hvat er avleiðingin av hesum? Er okkurt, vit hava gloymt? Er okk­urt, vit einaferð vistu, men ikki vita meira? Tað er týðiligt, at nøkur lond, teirra millum Bretland og USA, hava sett sær fyri at økja ójavnaðin millum rík og fátæk. Men er nøkur meining í hesum stavnhaldi? Gagna armóðin og neyðin tí fátæka? Gagnar tað stundum at kalla mark­leysa ríkidømið tí ríka?

John Maynard Keynes
Her fari eg at taka ein mann fram, hvørs navn kanska summi kennast við. Hann æt John Maynard Keynes og var enskur búskaparfrøðingur. Í 1928 helt Keynes ein fyrilestur fyri lesandi á tí lærda háskúlanum í Cambridge. Tvey ár seinni, tá ið heimskreppan av álvara hevði høgt sínar kløur í londini fyri vestan, fullfíggjaði hann sítt handrit.
Keynes spáddi í hesi ritgerð, at eina øld seinni fór vesturheimurin at hava fullført kapitalismunnar verk­ætlan, latið alla uppslítandi og ein­táttaða fram­leiðslu upp í hendurnar á maskin­um, minkað arbeiðs­dagin til 4-5 tímar og frísett menn­iskj­una, so hon slapp at halga seg eini tilveru við høpi í og við sonnu­m inni­haldi. Keynes lýsti sína fram­tíðar­sjón við hesum orðum:

Eg síggi okkum frígivin til at venda aftur til nakrar av teim­um ivaleysastu og tryggastu megin­regl­unum í átrúna og siðbundnari dygd – at havisjúka er ein last, at okurskrav er misbrot, at kærleikin til pengar er andstyggiligur, og at tey ganga sannast dygdarinnar, skilsins og vísdómsins veg, sum hugsa minst um morgindagin. Eina ferð enn fara vit at virða stavn­haldið meira enn miðilin og taka tað góða fram um tað nyttuga. Vit fara at æra tey, sum kunnu læra okkum at henta tíman og dagin í rættlæti og væl, tey deiligu menniskju, sum eru før fyri at njóta tilveruna utt­an umveg, liljurnar á markini, sum hvørki arbeiða, ei heldur tær spinna.

Sum vit síggja á teimum reglum, her eru endurgivnar, man Keynes hava verið ein maður við klassiskum førn­ingi. Í endanum hoyra vit eitt ekkó frá tí rómverska skaldinum Horats, sum í eini odu ráddi eini vinkonu at “heysta dagin” (carpe diem), og frá Kristusi, sum í Matteus­ar evangelium, í sætta kapitli, tekur soleiðis til:

Og hví stúra tit fyri klæðunum? Gevið tykkum far um liljurnar á mark­ini, hvussu tær vaksa; ikki tær arbeiða, ei heldur tær spinna; men eg sigi tykkum, at ikki sjálvur Sálo­mon í allari dýrd síni var skrýddur eins og ein teirra.

Ein faustiskur handil
Keynes var ein gløggur maður, ein búskaparfrøðingur, sum hevði djúp­tøknan analýtiskan førleika og setti fram nýggj og slóðbrótandi búskapar­lig ástøði. Men spá­maður var hann ikki. Víst gera maskin­urnar meira og meira. Men okkara arbeiðsdagur er framvegis at kalla óbroyttur, einir 8-10 tímar, hjá summ­um væl meira. Hóast ein ávís­ur partur av borgarum dugir at liva eitt gott lív, hava vit sum heild gloymt at heysta dagin.
Og orðini um liljurnar á markini hefta vit okkum sjáldan við, um vit yvirhøvur skilja tey.
So hvat er farið av sporinum? Tað, sum Keynes sipaði til, var, at manna­ættin – sum Faust á sinni – hevði gjørt ein sáttmála við Illa­mann. Vit valdu fyri 2-300 árum síðani kapitalismuna, við teimum veldugu fyrimunum, hon gav okk­um, men eisini við tí grammleika, teirri órættvísi og tí kúgan, sum vóru ein óbøtiligur partur av val­in­um.
Men kapitalisman var bara miðil­­in, ikki endamálið. Málið var nak­að annað, nevniliga - tá ið vit høvdu ognast kapitalismunnar mongu, eiggiligu fruktir, teirra mill­­­um vælferð fyri øll - tá at fáa tam­ar­­hald á hesum okkara mefisto­fel­iska tænara og at fara undir at gróður­seta tað góða lívið.

Málið burturkámað
Tað sum tykist vera hent er, at miðil­in, sum skuldi vera eitt stig á eini leið móti nøkrum øðrum, hev­ur trokað málið burtur, so at nú bara miðilin er eftir. Tann søgu­køni sær ivaleyst straks, at her er eitt samfall við ríkir eystanfyri, við teirra kommunistisku kós. Líka­sum tað kommunistiska harð­ræðið skuldi vera ein miðil til at koma inn í tað stættaleysa ríkið, skuldi kapitalismunnar grammleiki føra menniskjað fram at tí góða lívinum.
Líkleikin er kanska størri, enn vit halda, tí eins og Keynes í 1930 talaði eitt nú Nikita Khrusjtsjov, aðalskrivari í Sovjetsamveldinum, í mínum ungu døgum, fyrst í seksti­árunum, um at arbeiðarar í Sovjet­samveldinum um hálva øld seinni fóru at hava ein fýra tíma arbeiðs­dag.
Vit kunnu sostatt staðfesta, at í tí faustiska handli, sum fyri um tveimum-trimum øldum síðani varð gjørdur við Illamann, hava menniskjuni verið við undirlutan.
Men sjálvt vandamálið er nógv eldri og er viðgjørt í eini ørgrynni av tekstum. Í søguni “Skipbrotið” eftir Heðin Brú liggja menninir, sum grammir royna at ogna sær farmin í tí burturgingna skipinum, at enda niðri í lastini, summir teirra blindaðir, vassandi hálvfullir í einum greyti av mjøli, grýnum og skitti. Í søguni um tey fátæku hjúnini og flundruna, vil konan fyrst gerast kongur, so keisari, síðani pávi og at enda Várharra. Hon gloymdi at steðga á, kanska meðan hon enn var kongur, og velja tað góða lívið. Hon endaði aftur í díkinum. Og hjá Matteusi lesa vit í 6. kapitli, versi 24:

Eingin kann tæna tveimum harr­um; tí at annaðhvørt vil hann hata annan og elska annan, ella vil hann halda seg aftur at øðrum og van­virða annan. Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.