Leygarkvøldið fer Kristine Stricker Hestbech at halda fyrilestur í Kvívíkar kirkju. Fyrilesturin kallar hon ?Tráanin eftir tí góða lívinum?. Kristine Stricker Hestbech er nógv umbiðin at halda fyrilestrar
Hon er donsk og er væl kend niðri, eitt nú frá kjaksendingunum ?Tal med Gud? hjá Danmarks Radio, og sum Sjónvarp Føroya eisini sendi fyri nøkrum árum síðani. Hon hevur eisini verið limur í eini nevnd hjá donsku stjórnini, ið nevndist Familie- og Arbejdslivkommissionen, sum kannaði javnvágina millum familju- og arbeiðslív hjá fólki.
Annars hevur hon skrivað greinar og hildið fyrilestrar um tað at liva eitt gott lív sum eitt nútímans menniskja og um tað at raðfesta tað mest umráðandi í gerandisdegnum.
Fyrilesturin í Kvívíkar kirkju byrjar kl. 19. við høvið fer Nicolina av Kamarinum eisini at syngja.