Hóast føroyingarnir síðsta stóra korterið vóru yvirmannaðir í Skojpe, har U-21 landsliðið í fótbólti í dag hevur roynt seg í EM undankappingardysti ímóti Makedonia, so eydnaðist tað ikki at vinna stig.
Makedonia vann 1-0, sum eisini var støðan eftir 1. hálvleik. Málið skoraði heimaliðið, tá ið tað restaðu fýra minuttir av 1. hálvleiki.
Í 77. minutti sá málskjúttin Fazli hjá heimaliðnum reytt. Eftir lítlari løtu framdi hann trý fríspørk. Tað næsta sá hann gult fyri, og fimm minuttir seinni sá hann aftur gult og harvið reytt.
Føroysku venjararnir framdu tríggjar útskiftingar í 2. hálvleiki: Páll Klettskarð loysti Gilla Sørensen av í 63. minutti, Jan Ellingsgaard loysti Kaj Leo í Bartalsstovu av í 79. minutti, og tá ið vanliga leiktíðin var um at vera farin, kom Klæmint A. Olsen á vøllin í staðin fyri Dánjal á Lakjuni.
Dómarin legði fimm minuttir aftrat vanligu leiktíðini. Hesar fimm minuttirnar høvdu Jan Ellingsgaard og Karl Løkin royndir ímóti makedoniska málinum, men tað eydnaðist ikki at fáa mál, og harvið vann Makedonia 1-0.
Føroyska liðið
Hans Jørgensen - Høgni Eysturoy, Rógvi Holm, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen - Dánjal á Lakjuni (Klæmint A. Olsen, 90.), Karl Løkin, Andre Olsen, Kaj Leo í Bartalsstovu (Jan Ellingsgaard, 79.), Gilli Sørensen (Páll A. Klettskarð, 63.) - Jóan Símun Edmundsson.
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Teitur Gestson, Monrad Holm Jacobsen, Sørmundur Kalsø og Gunnar Zachariasen
--
Nú tað restar eitt korter niðri í Skojpe í Makedonia, stríðst føroyska U-21 landsliðið framvegis fyri at javna, eftir at Makedonia fýra minuttir undan steðginum legði seg á odda.
Ein skifting er gjørd á føroyska liðnum. Í 63. minutti kom Páll Klettskarð á vøllin í staðin fyri Gilla Sørensen.
--
Fyrsta korterið av 2. hálvleiki hevur tað gingið javnt á. Heimaliðið hevur verið framvið tríggjar ferðir, og Gilli Sørensen hevur havt eina roynd á makedoniska málið.
--
Teir eru farnir at hvíla seg niðri í Skojpe í Makedonia, har føroyska U-21 landsliðið í fótbólti dystast ímóti heimaliðnum í EM undankappingardysti.
Fyrsta bríkslið var klokkan 12, og eftir 1. hálvleik var støðan 1-0 til heimaliðið. Málið skoraði Makedonia, tá ið tað restaðu fýra minuttir av 1. hálvleiki.
Heimaliðið hevur havt fleiri royndir móti málinum enn føroyingarnir, men talan hevur als ikki verið um klassamun, tí føroyingarnir hava fleiri ferðir havt royndir ímóti mótstøðumálinum, eitt nú eftir hornaspørk.
Ein av spælarunum, Viljormur Davidsen, sá gult í 1. hálvleiki.
Føroyska liðið
Hans Jørgensen - Høgni Eysturoy, Rógvi Holm, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen - Dánjal á Lakjuni, Karl Løkin, Andre Olsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Gilli Sørensen - Jóan Símun Edmundsson.
Á beinkinum sita Teitur Gestson, Monrad Holm Jacobsen, Páll Klettskarð, Sørmundur Kalsø, Jan Ellingsgaard, Klæmint A. Olsen og Gunnar Zachariasen