Tað gjørdist Ion

Ion Geolgau og B36 hava nú skrivað undir sáttmála, og soleiðis er nú staðfest, at rumenin nú skiftir síðu eftir nærum fimm ár í HB

Venjari

Í seinasta mikudagsblað okkara skrivaðu vit, at B36 eftir øllum at døma fór at hava Ion Geolgau sum venjara komandi kappingarárið. Hóast keldur í B36 váttaðu hesi tíðindi fyri okkum, so fekst ikki nøkur almenn váttan frá formanninum um hetta, men nú skuldi seinasti ivin so verið burtur.
Sum tað sæst á myndini, so hava B36 og Ion givið hvørjum øðrum hondina upp á eitt framtíðar samstarv, og sum vera man, so eru partarnir báðir nøgdir um hetta.