? Ternan og Sam fara als ikki at megna at nøkta tørvin um Leirvíksfjørð, sigur Vilhelm Johannesen, sum eisini fílist á ferðaætlanina hjá Sam,sum hon er nú.
? Sam siglir slettis ikki, tá fløskuhálsurin um Leirvíksfjørð er, sigur hann. Og her meinar hann við teir báðar fyrstu túrarnar av Klaksvík á morgni og so út á seinnapartin av Leirvík. Tá eru flest fólk og bilar við, tí fólk fara og koma aftur hesar tíðirnar. Sambært ferðaætlanini hjá Sam, so siglir hann fyrsta túrin av Leirvík klokkan hálvgum níggju á morgni og seinasta túr av Klaksvík klokkan eitt korter til fýra. Men tó skal líka sigast, at tað kemur fyri, at Sam tekur onkrar eykatúrar, um tað er neyðugt. Men ferðaætlanin sigur so nakað annað.
? Handa ferðaætlanin hjá Sam er óbrúkilig, tí hann ikki siglir, tá tað størsta trýstið er á, sigur Vilhelm, og leggur afturat, at flutningstørvurin um Leirvíksfjørð er øktur so nógv.
Vilhelm vísir á, at hóast undirsjóvartunnilin verður veruleiki um nøkur ár, so merkir tað ikki, at alt kann steðga upp inntil tá.
? Vit skulu liva inntil tunnilin kemur, sigur Vilhelm, sum eisini er greiður yvir, at bildekkið umborð á Dúgvuni trongir til ábøtur. Hann hevur eisini hoyrt tos um at selja Dúgvuna.
? Tað er ørskapur at selja Dúgvuna, áðrenn undirsjóvartunnilin er komin um Leirvíksfjørð, sigur norðoya tingmaður Javnaðarfloksins, sum sjálvur nýtir leiðina so gott sum hvønn dag.