Tað hevði verið synd í suðuroyingum at fingið oljuvinnuna

Sjálvstýrisflokkurin vil ikki vera við til at pumpa suðuroynna upp. Tá oljan verður uppi, fer Suðuroyggin at liggja steindeyð, sigur formaðurin í sjálvstýrisflokkinum

? Vit hava sæð tað í øðrum økjum, sum ein einstøk vinna hevur pumpað upp: ? Tá ið tann vinnan heldur uppat, eru hesi økini steindeyð.

Og hesa lagnu vildi sjálvstýrisflokkurin ikki skuldi koma yvir Suðuroynna.

Flokkurin heldur, at tað hevði verið so synd í Suðuroyingum at fingið oljuna, at hann vil ikki uppá nakran máta lóggeva um, at oljuvinnan skal vera í Suðuroynni.

Men sjálvstýrisflokkurin var ikki einsamallur um at nokta fyri at áleggja oljufeløgunum, hvaðani tey skulu reka sítt virksemi.

Tí tá ið uppskotið frá javnaðarflokkinum um at leggja oljuhavnina í Suðuroy, kom til atkvøðugreiðslu, fall tað, tí bara 11 tingmenn atkvøður fyri, ein var blonk og 19 atkvøddu ímóti

Tá ið málið var til viðgerðar í tinginum í gjár, segði framsøgumaðurin hjá sjálvstýrisflokkinum, Sámal Petur í Grund, at tað var heilt burturvið at taka undir við uppskotinum hjá javnaðarflokkinum um oljufeløgini skulu reka virksemið sítt útfrá Suðuroynni.

Hann vísti, at ein samd vinnunevnd hevði júst víst á vandan fyri at samfelagið bleiv kollrent av oljuvinnuni.

?At lóggeva eina oljuvinnu, sum kann kollrenna altsamfelagið, út á eitt øki, er heilt burturvið.

Tí kann oljuvinnan kollrenna samfelagið, kann tað í nógv størri mun kollrenna eina oyggj. og einaferð skal tað eisini takast upp aftaná oljuvinnuna og tá fer Suðuroyggin at liggja í andaleypi.

Hann segði, at vit hava sæð tað fyrr í økjum, sum ein einsamøll vinna hevur pumpað upp.

? Tá ið tann vinnan er uppi, fara hesi økini at liggja steindeyð, tí tað fer Suðuroyggin eisini at gera aftaná oljuvinnuna.

Og so spurdi hann, hvat hevði hent, um uppskotið fellur. Hevur tingið so samtykt, at oljuvinnan ikki skal verða í Suðuroynni?, spurdi hann.

Henrik Old helt, at mangt var í neyðini nýtt og hann helt at tað var gott gjørt av Gamla Sjálvstýrinum at vera so framskygd, at teir longu nú dugdu at meta um trupulleikar, sum kanska fóru at taka seg upp um 30, 50 ella kanska 100 ár.

Men tað álit hevði Henrik Old á okkara eftirkomarum, at kemur tað hartil, at trupulleikar av hesum slagnum fara teir eisini at megna at loysa.

Men hann helt, at tað var nyttuleyst at próvføra fyri einum flokki, sum var komin til tað niðurstøðu, at vandin var størstur tá ið oljan var uppi.

Jóannes Eidesgaard helt tað hava týdning, at vit so tíðliga sum gjørligt vístu á eitt øki, har oljuvinnan skuldi savnast.

Annars ivaðist hann ikki í, at Sámal Petur í Grund hevði misskilt, hvat ein útgerðarstøð var.

Ein útgerðarstøð í Suðuroynni merkir ikki, at vinnan aðrastaðni ikki eisini fær ov mikið at gera.

? Tað merkir bara, at tað, sum skal út á ein pall og tað, sum kemur av pallinum aftur, skal um eina útgerðarhavn.

Annars helt formaður javnaðarfloksins, at tað var týdningarleyst at tosa um, hvat hendi í Suðuroynni, tá ið oljan einaferð verður uppi.

? Kemur onki virksemið har suðuri, doyr Suðuroyggin úr frammanundan.

Annars vísti hann á, at spurningurin um framtíðina hjá útjaðaranum var eitt landspolitiskt mál.

Tað munnu aðrir enn javnaðarflokkurin halda, tí tingmenn úr øllum flokkum vóru uppi í útjaðarasamgonguni, sum Jógvan við Keldu tók stig til, segði Jóannes Eidesgaard.

Sámal Petur í Grund: Eg skilji ikki, hvussu tað kann vera landspolitiskt at lógeva alla oljuvinnu í eitt stað í Føroyum. Høvdu tey sagt sum var, at talan var um eitt lokalmál, so var tað tað, tað var.

Men at lóggeva oljuvinnuna burturfrá øllum hinum útjaðaranum, til Suðuroynna, hevði verið til óbótaligan skaða fyri samfelagið, og eisini fyri Suðuroynna, tí hon hevði komið at ligið steindeyð aftaná.

Heini O. Heinesen: Verður tað so vandamikið fyri Suðuroynna at fáa oljuvinnuna, sum Sámal Petur í Grund heldur, hvussu verður so vorðið í miðstaðarøkinum, tá ið oljuvinnan hevur ruddað alt annað virksemið burtur har.

? Tá verða tað ikki nógvar skipaumvælingar á Tórshavnar Skipasmiðju, tí oljuvinnan hevur tað við sær at troka aðra vinnu burtur. Tað er ógvuliga hóskandi at leggja eina oljuhavn í Suðuroynni.

? Tað er fullkomiliga misskilt, at vinnur aðrastaðni ikki sleppa at veita tænastur til oljuvinnuna, fyri tað, um hon verður í Suðuroynni, tí tað sleppa tær.

Sámal Petur í Grund: Nú hevur ein flokkur tikið seg burturúr teirri felags semju, sum hevur verið, at oljuvinnan skal koma øllum landinum til góðar.

? Men eftir uppskotinum hjá javnaðarflokkinum er ongin ivi um, at oljuvirksemið skal leggjast í Suðuroynni og tað er ikki í samsvari við støðuna hjá tinginum higartil

? Vit mugu ansa eftir, at vit ikki leggja fótonglar í vegin fyri oljuvinnuna, so at hon ikki fer arbeitt mest skynsamiliga og tað er ein samd samgonga sum vil, at oljuvinnan skal koma øllum landinum til góðar og tað hevur andstøðan verið samd í- líka inntil nú.

Og hann skilti ikki, hvussu tingmenn úr øðrum valdømum kundu fáa seg til at lóggeva oljuvinnuna burtur sínum egna valdømi.

Henrik Old: Tað er ikki óvanligt aðrastaðni, at politikarar seta oljuvinnuni.

Og at tingmenn úr øðrum valdømum skulu fáa trupulleikar av hesum, trúgvi eg onki uppá, tí teir síggja, at hetta er eitt neyðugt stig at taka.

Dan R. Petersen: Eg síggi Suðuroynna sum ein part av Føroyum, og at rætta hana uppaftur, er ein líka stóra uppgáva hjá mær, sum ein suðuroyartingmaður. Hetta er ein landsuppgáva.

Jóannes Eidesgaard: Hetta er aftur eitt dømi um, at tingið krýpur undan, tá ið eitt mál verður ov heitt, sum t.d. tá ið tað skal atkvøðast til frama fyri.

Hergeir Nielsen:  Eg havi ávara javnaðarflokkin ímóti at leggja eitt uppskot, sum hetta, fram.

?Men, hvat hendir, um løgtingið fellur uppskotið um at leggja útgerðarhavn í Suðuroy. So er Suðuroy einasta pláss í landinum, at løgtingið hevur tikið støðu til, at ein útgerðarstøð ikki skal vera. Tað er álvarsamt, tí tá kann kann ongin áleggja landsstýrismanninum, hvat hann skal hugsa og eg vóni, at javnaðarflokkurin tekur fulla ábyrgd av málinum um tað fellur.

Jenis av Rana: Tað kann ikki fara afturvið borðinum, sum Sámal Grund førir fram. Hetta snýr seg um at byggja Suðuroynna upp og at grundfesta hana við til at hava livilíkindi framyvir. Hetta snýr seg eisini um at taka eitt øki fyri og annað eftir og tryggja tí livilíkindi framyvir, og nú er tørnið komið til Suðuroynna.

Óli Breckmann: Fellur hetta uppskotið, merkir tað kanska, at Suðuroyggin verður vald frá, tá ið oljuvinnan skal leggjast til rættis. Hann segði eisini, at hann hevði ikki vænta, at tingmenn úr einum parti í landinum skuldi offra sítt vældømi til frama fyri eitt annað.

Teir, sum atkvøddu fyri uppskotinum at at leggja oljuhavn í Suðuroy, vóru allir tinglimirnir úr javnaðarflokkinum, umframt Hergeir Nielsen og Heini O. Heinesen úr Tjóðveldisflokkinum. Fólkafloksmaðurin Eyðun Viderø atkvøddi blankt og øll hini atkvøddu ímóti.