Seinastu árini undir danskari umsiting var Læraraskúlin skerdur inn at beini, og tí var Føroya Læraraskúli møguliga verri fyr enn aðrir skúlar, tá ið kreppan kom. Men í Danmark var tá ein natúrligur táttur av fíggjarskipanini ella játtanarskipanini, at eitt møguligt undirskot varð játtað á eykafíggjarlóg, og loyvt var í rímiligan mun at flyta útreiðslur og inntøkur millum tvey fíggjarár. Eg skal leggja aftrat, at stórur munur er á tí upphædd, sum kemur inn í landskassan fyri Læraraskúlan sum partur av afturberingini frá danska statinum og tí játtan, sum Læraraskúlin hevur fingið øll hesi árini.
Tað er tí rætt, sum stendur í Dimmalætting leygardagin.
Føroya Læraraskúli hevur strítt eitt vónleyst stríð stóran part av 90-árunum til tess at fáa endarnar at røkka saman. Sama hvat ið skúlin hevur sagt (tá varð ikki altíð alt niðurskrivað), ella skrivað, so hevur ikki borið til at fáa eina játtan,sum gav líkinda vón um at fáa tað at bera til, ið hvussu er ikki í fyrstu syftu.
Av somu grund vildi skúlin til endan ikki einsamallur taka avgerð um upptøku av lesandi, men vildi hava, at Landsskúlafyrisitingin tók endaligu støðuna út frá teimum møguleikum, hon í síðsta enda sá, at bjarga Læraraskúlanum neyðugu játtanina.
Tað er eisini rætt, sum stendur í Dimmalætting leygardaign, at rektarin, vegna vónleysu fíggjarjáttanina, nýtti stóran part av síni tíð á hvørjum ári at leita eftir skerjing oman á skerjing, og tí kom at taka á seg so nógv arbeiði, at tað mátti síggjast aftur í dygdini. Eingin dugir alt líka væl, heldur ikki rektarin á Føroya Læraraskúla.
Dimmalætting nevnir umsitingarleiðaran. Umsitingarleiðari er so nógv sagt, men ein av lærarum skúlans hevði eitt sindur av tíð at taka sær av fíggjarmálum.
Sjálvkravdur vildi hann lata frá sær teir fáu tímar, hann hevði til hetta endamál, tá hann óvæntað aftur hevði fingið fullar hendur í undirvísingini. Kortini lovaði hann fyri onga løn at taka á seg mesta partin av tí arbeið, sum hann áður hevði gjørt, og part av hesum arbeiði ger hann enn, uttan at fáa eitt oyra fyri tað. Alla tíðina hevur hann verið rektaranum góður í ráðum ? og eisini í hesum døgum, nú tað leikar so hart á.
Ein sera týðilig niðurstøða frá teirri tíðini er, at myndugleikarnir hava ikki lurtað eftir skúlanum. Tí hevði eg væntað, at tað fór ikki at endurtaka seg. Tað má vera øllum greitt, at tá ið als einki er at geva út av fíggjarliga, og eitthvørt óvæntað smános kroystir ein út um fíggjarkarmin, fær tað óbøtiligar fylgjur ikki at fáa seinastu fáu krónurnar. Tað verður støðugt um reppið, at tað eydnast ella ikki, og so at siga alt valfrælsi verður burtur.
Í ár vildi eg sleppa skúlanum undan pestini og gjørdi vart við, at skúlin mátti hava 500.000,- kr. aftrat játtanini á fíggjarlógini fyri at hava nakran møguleika at taka lesandi upp í summar. Tað eru ráðini og boðskapurin, eg sum rektari havi fingið frá tí partinum av Mentamálastýrinum, sum Læraraskúlin hevur gott dagligt samstarv við, og sum altíð vísir skil fyri teirri serstøku støðu, sum Læraraskúlin er í. Men tað tykist bara, sum gamla mynstrið nú er við at endurtaka seg.
Próvførsla rínur ikki á, tá ið umbønirnar fara vanligu gongdina uppeftir í skipanini, og leiðsla skúlans fær álagt at seta upp eitt roknistykki, sum í seinna enda ikki gongur upp í verki.
Tí var nú ovboðið. Skúlin søkti eykajáttan, sum hann fekk við biti og sliti. Leggjast skal aftrat til kunningar, at Læraraskúlin í dag er dupult so stórur sum í 1991.
Komandi skúlaár vera 201 lesandi á Føroya Læraraskúla, og kortini kostar skúlin nú bert 1 millión meira á fíggjarlógini, enn hann gjørdi tá. Meginparturin av teirri milliónini fer til at gjalda starvsvenjingina hjá teimum trimum flokkunum, sum eru komnir aftrat at hava starvsvenjing, og øll, sum búgva her á landi, og hava dagligar rokningar at gjalda, vita, at nógvar vørur og tænastur eru nógv dýrkaðar hesi somu seinasti 10 árini. Lønirnar standa heldur ikki í stað.
Tíðliga í 90-árunum fann leiðsla Læraraskúlans eina loysn við samlestri millum flokkar í linjugreinum, sum síðani á hvørjum ári hevur spart landskassanum umleið 2000.000,-, skrivað tvær milliónir krónur um árið. Hetta svarar til ikki minni enn 16.000.000,- kr. tey árini, skipanin hevur virkað, og 10.000,- kr. um dagin, hvønn einasta dag, skúlin hevur verið opin síðani. Tað var rektarin á Føroya Læraraskúla, sum dugdi at síggja ta loysnina og teir pedagogisku møguleikar, sum eisini liggja í henni. Hesin peningur verður av rektarans ávum eisini spardur komandi ár og aftur og aftur komandi árini.
Kortini verður skúlin so niðurpíndur fíggjarliga, at so at siga hvør einasti gerandisdagur hjá leiðsluni á skúlanum er merktur av tí og tekur kreftirnar frá so at siga øllum øðrum arbeiði, sum eigur at verða gjørt.