Másin: Á vetrartíð er farleiðin um Fugloyarfjørð ikki tann besta, tí her er opið hav til nógvar síður. Vil heilt illa til, kann sjálvt ein stuttur túrur til Svínoyar gerast eitt serstakt upplivilsi.
Henda vakra mánadagin í farna mánaði – mánadagin 27. august, tá fólkaatkvøða var í bygdini – vístu veðurgudarnir seg kortini frá síni allarbestu síðu.
Sólin skein oman og niðan, og tað var at kalla slætt á sjónum. Hóast hesar góðu umstøðurnar, vóru ikki nógv ferðafólk við henda túrin.
Útlendsku ferðafólkini eru fækkað í tali, og nú eru tað bert tey sum hava einihvørji ørindi til Svínoyar ella Fugloyar sum leggja leiðina higar.
Í summar hava verið rættiliga nógv ferðafólk við, serliga úr Danmark, Týsklandi og Spanien. Tey flestu fara ikki í land, men taka bert vøkru rundferðina kring eystastu oyggjar okkara.
- Tey fara uppá at standa og fáa her nógvar vakrar myndir av oyggjunum. Sigla vit framvið Selnesi (norðast á Svínoynni, blðm.) og síggja kóp har, plaga vit at siga teimum frá.
- Hetta eru tey sera fegin um, tí so fáa tey eina eyka uppliving á ferðini, sigur Sigvard Johannesen, sum er ættaður úr Klaksvík.
Hann hevur siglt við Másanum síðani á ólavsøku í fjør.
Brimpláss
Umborð á einum strandfaraskipið sum Másin eru settar upp mannagongdir fyri, hvat hvør einstakur av manningini skal gera undir einum túri.
Sigvard hevur eisini sína skipan at halda seg til:
Hansara uppgáva er í fyrstu syftu at kasta endan í land, tá lagt verður at landi. Tá tað er so gjørt, skal hann syrgja fyri at allur farmurin verður kemur í land á røttum plássi.
- Eg eisini syrgja fyri at ferðafólkini koma trygt í land og umborð.
- Vit sigla jú til brimpláss, og tí kunnu fólk ikki bara leypa avstað, tá tey halda tað vera best, sigur Sigvard.
Henda túrin, sum umboð fyri Sosialin vóru við, var ikki so nógvur farmur við: Postur, nøkur kartong av mjólk og okkurt annað sum fólk høvdu bílagt sær úr Klaksvík.
Vita teir, at nógvur farmur er til tær báðar eystastu oyggjar okkara tann næsta túrin, verður farið undir at fáa henda til høldar umborð so skjótt, sum lagt er aftur at landi í Hvannasundi.
- Á henda hátt kunnu vit verða klárir við hesum í góðari tíð, greiðir Sigvard frá.
Norður um ella suður um oynna
Strandfaraskipið Másin byrjar túrin á Hvannasundi og leggur síðani leiðina til Svínoyar og Fugloyar og síðani aftur til Svínoyar á heimleiðini.
Hetta er jú opin farleið og setur tí síni krøv til ætt, streymviðurskifti og mannerering. Tað gongur nevniliga ikki altíð soleiðis sum ferðaætlanin sigur. - Er hann høgur í ættini, sleppa vit ikki norður um Svínoynna, soleiðis sum vit sluppu tað í dag.
- Tá fara vit suðurum og leggja tá at á víkini í Svínoy. Tað er í fínasta slag, sigur Sigvard.
Í Fugloy verður vanliga lagt at í báðum bygdunum, á Kirkju og í Hattarvík. Men heldur ikki her ber altíð til at leggja at á báðum støðum.
Skipanin er hon, at teir hava ein umboðsmann í oynni. Hann veit sum regul um, í hvørji bygd fólk skulu við Másanum.
- Hann fær tí skipað alt á bestan hátt, sigur hann.
Buldraligir túrar
Sambært ferðaætlanini siglir Másin til Svínoyar og Fugloyar hvønn dag í viku. Ein ferðaætlan er fyri summarið og ein onnur fyri veturin.
Hóast Másin er eitt gott skip í sjónum, er tað als ikki dagført til krøvini í dag, millum annað tí at hann gongur nakað seint.
Serliga á vetrartíð veit manningin at siga frá nógvum ringum túrum um Fugloyarfjørð, har tað hevur brotið í bæði borð, um ein so kann siga.
Sigvard minnist onkran serliga ringan túr, har tunnur hava rikist á dekkinum og ferðafólk í hópatali hava spýð sum havhestar.
- Jú, slíkir túrar eru rættiliga buldraligir, greiðir Sigvard frá.
FAKTA
Við Másanum í sløk 50 ár
Strandfaraskipið Másin varð smíðaður í 1959 úr eik, furu og bók í Havn.
Hann kann taka 63 ferðandi um summarið og 46 um veturin.
Longdin er 15,9 metrar, breiddin 5 og dýpdin 2,2 metrar, og er sløk 39 BRT. Høvuðsmotorurin er frá 1985 og gevur eina arbeiðsferð uppá 7,5 míl.
Farleið í opnum havi
Másin byrjar túrar sínar í Hvannasundi og røkir rutusambandið hjá svínoyingum og fugloyingum.
Ein túrur til Svínoyar tekur 40 minuttir, síðani 20 minuttir til Kirkju og haðani 10 minuttir til hina bygdina í Fugloy, Hattarvík.
Frá 1. september verður siglt eftir vetrarskránni. Úr Hvannasundi verður farið dagliga kl. 8:45 og 14:45 tó við ávísum broytingum.
Undir skiftandi umstøðunum í Fugloyarfirði kunnu fráfaringartíðirnar vera skiftandi, alt eftir hvussu líkindini eru.