Tað hevur í dýrdarveðrinum í kvøld verið og er framvegis ein øgiligur fagnaður á sandinum í Syðrugøtu. Á stórskíggja bar til at fylgja gongdini á Hafnafirði, har Víkingur var gestur hjá FH í europeisku meistarakappingini, og har tað eydnaðist Víkingi at røkka 1-1.
Víkingur bjóðaði suppu og frá fyrsta bríksli á Hafnafirði kendist spenningur og intensitetur.
Tað løgdust alt fleiri aftrat á sandinum, og tá ið Adeshina Lawal javnaði við brotssparki, var hýrurin heilt góður.
-Tað verður torført at fáa tað at kóka meiri á sandinum í vikuskiftinum, helt onkur fyri og sipaði til, at tað verður G! næstu dagarnar.
Tá ið tjekkiski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, stórfegnaðust tey á sandinum í Syðrugøtu. Suppuíløtini vóru tóm, og hýrurin var í toppi.
-Vit eru greið yvir, at hundurin er ikki meiri enn hálvbardur, og at tað bíðar stór avbjóðing á Tórsvølli týskvøldið. Vit vóna, at fótbólts Føroyar í síni heild fara at møta upp og stuðla Víkingi. At henda uppgávan savnar føroyingar sum heild, sást á sandinum í kvøld. Har vóru ungfólk av Skálafjørðinum, úr Norðoyggjum, út høvuðsstaðnum og aðra staðni frá eisini, sum tóku á við Víkingi og fegnaðust saman við teimum úr Leirvík og Gøtu um góða úrslitið, sigur heimildarmaðurin hjá in.fo á sandinum í Syðrugøtu.
Flogfarið hjá Atlantsflog við Víkinga ferðalagnum ætlast at lenda í Vágum klokkan eitt. Flogfarið er fullsett. Umframt spælarar, venjarar og onnur hjálparfólk eru nógvir fjepparar við í ìslandi.
-Vit fara longu hóskvøldið undir fyrireikingarnar til stóru avbjóðingina, sum tað verður á heimavølli at spæla ímóti FH. Eg fegnist um hugburðin og arbeiðið, sum spælararnir løgdu í uppgávuna í kvøld. Spælið kann verða betri týskvøldið, enn tað var í kvøld, og nú fara vit at fokusera á, hvussu vit á besta hátt skulu loysa hesa uppgávuna, segði Víkinga venjarin Sámal Erik Hentze, áðrenn flogfarið lætti úr Keflavík.