Tað kennist ordiliga gott

Flogbóltur: Katrin Olsen, sum hevur ein hin fremsta drívmegin aftan fyri Ternuna, var eitt stórt smíl eftir dystin í skúlahøllini á Toftum, sum er frálíkur heimavøllur hjá felagnum.
– Eg haldi, at tað var í lagi, at vit vunnu 3-0, tí í kvøld vóru vit omaná næstan alla tíðina. Tað var líka í fyrsta setti, at vit vóru eitt sindur ótryggar, men so koyrdu vit tað heim, segði hon, samstundis sum hon viðgekk, at tað var ein góð kensla at flyta upp, nú flogbóltur bara hevur verið spældur á Toftum í tvey ár í hesum umfarinum.
– Jú, tað kennist ordiliga gott. Men eitt sindur av fjáltri hevur eisini merkt tankarnar, tí eg havi spurt meg sjálva, um vit veruliga eru klár til hetta, um vit fíggjarliga megna tað og alt. Men eg haldi, at vit á vøllinum fingu víst, at tað nokk skal ganga. Vit hava nógvar ungar og nýggjar við, og tær spældu ótrúliga væl. Fleiri eru byrjaðar fyri tveimum árum síðani, men standa einki aftan fyri meg og Sóley Troleis, ið hava nógvar royndir.
Eisini frøddist Katrin Olsen um stuðulin, liðið fær frá áskoðarunum, ið vóru vælmannaðir í gjárkvøldið.
– Tað var stuttligt at síggja nógv fólk til dystin í kvøld, tí tað hjálpir altíð væl til, at fólk bakka upp. Eg haldi eisini, at tað merkist í bygdini, at fólk taka væl undir við Ternuni, tí allastaðni, eg komi í gerandisdegnum, hava fólk hug at tosa um flogbóltin og felagið. Tað kennist eitt sindur øðrvísi og betri, enn tá tú spælir fyri eitt lið á einum øðrum staði, sigur Katrin, sum í fleiri ár var á besta kvinnuliðnum hjá ÍF, men nú spælir í heimbygdini.