Tað gekk ikki eftir vild, tá ið 07 Vestur tíðliga seinnapartin hevði møguleika at tryggja sær pláss í bestu deildini næsta kappingarár. Giza Hoyvík vitjaði í Sørvági, og gestirnir eru á veg til hús við 2-1 sigri.
Heimaliðið hevði nógva vindin undan í fyrra hálvleiki. Tá var trýstið størri ímóti Giza Hoyvík málinum, og tá eydnaðist tað heimaliðnum at leggja seg framum. Málskjútti var Petur G. Dalbø, sum úr átjan metrum sendi bóltin í málið.
Undan steðginum vóru tað møguleikar báðar vegir. Ahmed Keita var um reppið at javna, tá ið hann í kontra varð púra leysur, men Silas Eyðsteinsson, sum í dag vardi heimamálið, vardi væl fyri. Í hinum endanum stútaði Martin Tausen eftir horna bóltin í tvørtræið.
Eftir steðgin var vindurin ikki so nógvur, sum hann var undan steðginum. Tá legði 07 Vestur bragdligari fyri, og tað vóru møguleikar at økja um leiðsluna, men tað var Giza Hoyvik, sum javnaði.
Bjartur Kjærbo stútaði til 1-1. Hann varð júst innskiftur, og uttan at steðga á, rann hann inn fyri málið og setti krúllin undir bóltin, eftir at lagt varð inn fyri við frísparki. Mikkjal T. Hentze umsetti brotsspark til 2-1 sigursmálið. Petur Reinert bríkslaði fyri brotssparki, tá ið Vensil Djurhuus varð feldur.
Síðstu løtuna legði heimaliðið nógv fyri í royndini at vinna eina stigið, ið hevði tryggjað uppflytingina, men tað eydnaðist ikki. Harvið verður 07 Vestur uppflytingin í fyrsta lagi staðfest um eina viku, tá ið 07 Vestur skal spæla í Leirvík.
Giza Hoyvík hevur við sigrinum í dag í kappingini um triðja plássið lagt press á FC Suðuroy, sum í dag er í Klaksvík.