- Vit velja Føroyar, men Føroyar velja ikki okkum! Hví ikki raðfesta okkum eitt sindur meir, spyrja føroysku studentarnir.
Brotin lyfti frá Fróðskaparsetrinum, vánalig hølisviðurskifti hjá læraralesandi, ov fáar og ov dýrar lestraríbúðir og manglandi lestrarstørv, at tað fyri mong er ov stórur munur á útbúgvingarmøguleikunum, til at tey halda seg kunna velja Føroyar fram um Danmark.
Føroyanevndin í MFS vísir á, at heldur ikki í ár er tað gjørligt hjá lesandi á søgu- og samfelagsdeildini og námsvísindadeildini at velja eina vallærugrein, hóast hetta hevur verið eitt ynski frá teimum lesandi og hóast Setrið hevur lovað hetta. Í lesarabrævinum vísa tey eisini á onnur viðurskifti hjá teimum lesandi, sum verða broytt við sera stuttum skotbrái.
Ein onnur avbjóðing eru vána hølisumstøðurnar hjá teimum, sum ganga í Setrinum á Frælsinum. Í alisfrøðisstovuni er neyðugt at koyra silvurpappír rundan um hurðarnar fyri at soppavøksturin ikki skal breiða seg. Aðrar skúlastovur dragast við gjóstur og kulda.
- Hví er tað í lagi, at lesandi lesa undir umstøðum, ið Arbeiðseftirlitið ikki hevði loyvt starvsfólki at arbeitt undir. Er tað minni skaðiligt fyri tey lesandi, spyr MFS.
MFS vísir á, at hóast tveir miðnámsskúlar vóru í høvuðsstaðnum, hevur landið valt at byggja ein nýggjan fyri 600 milliónir krónur.
- Miðnámsskúlalesandi velja longu Føroyar sum nú er – men tað gera lesandi á hægri lesnaði ikki! Setrið er spjatt út á fleiri smærri bygningar runt um í Havnini, harav fleiri einans eru til leigu. Tað er alneyðugt, at Fróðskaparsetrið verður samlað undir einum taki, skal lestrarlívið í Føroyum blóma. Synergi-effektin, sum man vanliga sær á hægri lærustovnum, er totalt blokerað í Føroyum, tí tey lesandi hava nærum einki samband við hvørt annað, skrivar MFS.
MFS finst eisin at fáu og dýru lestraríbúðunum í landinum. Nýggju lestraríbúðirnar hjá MARK við Marknagilsvegin fáa toyggi fyri at vera alt ov dýrar, og MFS vónar, at íbúðirnar í Finsen ikki vera eins dýrar.
- Almennu Føroyar mugu ikki bíða eftir, at privatu aktørarnir fara at loysa bústaðarneyðini í Føroyum, tí privatir aktørar hugsa fyrst og fremst um egnan vinning, og hetta fara føroysk lesandi at merkja sviðan av!
MSF nemur eisini við mangulin á føroyskum lestrarstørvum. Tey siga, at tað hevði verið væl meiri dragandi at lesa í Føroyum, um ein kundi arbeitt í einum aðalráðið, eini kommunu ella eini privatari fyritøku, heldur enn at sita við kassan í Bónus.
- Tað er alt ov lætt at venda Setrinum og Føroyum bakið, men tað hava vit ikki gjørt. Tað er ikki rættvíst, at vit so hava verri sømdir og kor, enn tey, sum fara av landinum at lesa. Vilja vit sum samfelag, at fleiri fara undir lestur í Føroyum, so mugu hesi fáa eina gularót afturfyri, men sum nú er, so liggur gularótin í Oyrasundi. Góða løgting, landstýri og kommunur í Føroyum: veljið nú eisini okkum, tí vit hava valt tykkum, siga tey lesandi á Fróðskaparsetrinum.