Teir fáu áskoðarnir, ið møttir vóru klokkan 20 til fyrstu framførsluna í Prix Føroyar undankappingini í Klaksvík, høvdu ikki leitað sær í KÍ-høllina til fánýtis. Fyrstir á pallinum vóru nevniliga Taxi, og bertgtóku teir fimm tónleikararnir í bólkinum ta soltnu áskoðarafjøldina við síni dygdarframførslu.
Taxi legði fyri við einari spennandi intro, ið innihelt eina rúgvu av tónleikarligum smálutum. Síðani fóru teir til kenda lagið So Ísakøld, áðrenn vit sluppu at hoyra nýggju dygdarløgini. Hesi vóru Frankensteins Prostata, Frankensteins Izkias og Ró. Hesi vóru sera væl framførd, men var Ró helst tað, ið fall best í oyrað. Tá framførslan hjá Taxi var liðug, var støðið fyri kvøldinum lagt, og ein var spentur at vita, hvat hinir átta bólkarnir høvdu at bjóða.
Átrúnaðarlig herróp
Hjá trimum av bólkunum bar framførslan brá av átrúnaðarligum innihaldi. Serliga beit ein merki í framførsluna hjá bólkinum Internal Healing. Um hetta kann av røttum sigast, at Gulli Johansen hálovaði tí altvaldandi við hørðum herrópum. Um nakað skal sigast um framførsluna, er torført at siga nógv meira enn, at tað skal dirvi til at tora at stíga framm á pall á tann hátt, sum Gulli Johansen gjørdi. Gulli Johansen hevði tó eisini eitt sindur av skemti við í framførsluni, og hugnaðu áskoðararnir sær, tá hann skemtiliga hermdi eftir Dr. Bombay.
Ein annar bólkur, ið var merktur av átrúnaðarligum innihaldi var tann ikki heilt ókendi bólkurin við heitinum I am. Hesin bólkurin kom væl frá framførsluni, og sást eisini á áskoðarunum, at teimum dámdi lætta tónleikin hjá hesum bólki væl.
Triði átrúnaðarligi bólkurin var Legacy, ið spældi eitt slag av grunge tónleiki við átúnaðarligum innihaldi.
Lok lagt á Lokum
Einki er at ivast í, at dyrnar standa opnar fyri unga bólkinum Tangz. Teir høvdu eina megnar framførslu í KÍ høllini leygarkvøldið, og lítil ivi var um, at hesin bólkurin fór at gerast nummar tvey. Tónlistarliga var framførslan góð, og somuleiðs fingu teir væl burturúr pallframførsluni. Allir í bólkinum vóru í sergjørdum kjólum, ið teir høvdu fingið gjørdar júst til Prix Føroyar kappingina, og sigast kann, at hetta "hugnaði" um pallframførsluna.
Tað, ein serliga beit merki í hjá Tangz, var samanspælið. Teir fimm ungu menninir í bólkinum spældu serstakliga væl saman, og næstan hvør einasti smálutur í framførsluni var væl lagdur til rættis.
Hóast leikararnir í Tangz eru rættuliga ungir, er talan ikki um heilt grønar tónlkeikarar. Hallur Johannessen og Rókur Jakobsen vóru longu sum fjúrtan ára gamlir á toppinum við lagnum um apuna Charlie. Tá leikaðu teir í bólkinum Lokum, men nú er lok lagt á Lokum, og ungu, evnaríku menninir eru í ferð við at skapa sær eitt navn við bólkinum Tangz. Eingin ivi um, at Rókur J. Jakobsen, Dánjal Dam á Neystabø, Hallur Johannessen, Hallur W. Arge og Róði H. Christiansen hava góðar møguleikar at staðfesta nøvn síni í føroyska tónleikaheiminum.
Dynamitt við nýggjum krúti
Dynamitt eru gamlir kenningar innan føroyska tónleikaheimin, men til Prix Føroyar undankappingina í Klaksvík høvdu teir styrkt um dynamittið við nýggjum krúti. Teir høvdu fingið sær Arnfríð Lützen, ið er kend sum ársins sonrød, at kryddra bólkin.
Dynamitt spældu eisini væl til kappingina. Teir løgdu út við trimum nýggjum løgum, ið øll vóru góð, serliga tá tey vórðu sungin við vøkru røddini hjá Arnfríð Lützen. Eisini høvdu tey í Dynamitt gjørt sera nógv burturúr pallframførsluni. Hon var tann besta í allari kappingini. Men nógvir av áskoðarunum vóru samdir um, at leikararnir í Dynamitt fullu niður í sína egnu grøv nummar trettan, tá teir brádliga fóru at framføra hetta lagið, eftir at teir vóru lidnir við tey nýggju løgini. Hetta er eitt gamalt, dapurt lag, ið næstan dróg dygdina á tí frammanundan spælda tilfarinum niðureftir. Ikki kann sigast, at bygnaðurin av skránni hjá Dynamitt var serliga góður. Orsøkin tiul hetta var, at teir høvu vlat at spæla tey nýggju løgini fyrst, og síðani at enda við gomlum slagarum.
Eingin javnstøða
Um tað er tí, at menn dáma so væl at føra seg fram á palli ella ikki veit eg ikki, men tað, ið hevur eyðkent Prix Føroyar undankappingarnar hevur verið, at tað hava næstan bert verið menn, ið hava verið at sæð á pallinum . Einasta kvinna, ið var við á pallinum í Klaksvík leygarkvøldið, var Arnfríð Lützen, ið var sangarinna í Dynamitt.
Vit kunnu skjótt semjast um, at tað uttan iva hevði kryddað framførslurnar eitt sindur, um fleiri kvinnur vóru at síggja á pallinum. Tað finnast jú kvinnur kring oyggjarnar, ið hava tónleikarligar gávur, ið saktans kunnu traðka fram til Prix Føroyar kappingarnar.
Spennandi finala
Støðið hevur verið høgt til Prix Føroyar undankappingarnar í ár, og væntast kann ein spennandi finala í Norðurlandahúsinum 10. apríl . Bólkarnir skuldu havt góða tíð at vant til hetta spennandi kvøld, so sigast kann einki enn, um hvør hevur bestan møguleika at fara avstað við sigrinum. Vit bíða bert í spenningi.
Meira um Prix Føroyar í blaðnum í morgin.