Terji Nielsen
(VESTMANNA) Agnar segði eftir dystin, at tað fullkomiliga sveik í álopinum hjá teimum. Hann helt, at vestmenningar vóru alt ov passivir í álopinum, og teir leikararnir, sum vanliga eru stuðulsleikarar á liðnum, fóru púrasta burtur í
einki og tordu als einki.
Vóru alt ov sløvir
Ikki heldur Agnar, at teir høvdu spælt optimalt fríggjakvøldið, og at teir tískil høvdu ilt við at spæla eins væl kvøldið eftir. Hann helt heldur, at liðið var alt ov passivt í álopinum, og at teir kanska høvdu ov stóra trúgv á seg sjálvan og væntaðu, at teir uttan trupulleikar kundu vinna á finnum í seinna dystinum.
Eins og liðfelagin, Martin Hummeland, so heldur Agnar ikki, at tapið ímóti HC Dennis fer at geva sjálvsálitinum hjá VÍF eitt knekk, áðrenn farið verður undir landskappingina í hondbólti.
Hinvegin var Agnar ikki samdur við Martini í, at dysturin fríggjakvøldið merktist í beinunum leygarkvøldið, og sum hann helt fyri, so áttu vestmenningar at verið í so mikið góðari venjing, at teir uttan stórvegis trupulleikar skuldu orka at spæla tveir dystir upp á tveir dagar.