Tað var hátíðardamur at koma inn í Dansifrøði, fríggjadagin tá ið SEV hevði boðið almenningum inn til serliga móttøku, har felagsskapurin ynskti at lata grunninum handan Páls Høll í Vági, serliga vinning, ið SEV móttók í Reykjavík fyri tíð síðani - nevniliga: norðurlendsku náttúru- og umhvørvisvirðislønina.
Og sigast má at nógv var gjørt burturúr, bæði til børn, ung og vaksin. Har var alskyns ábit, drykkivørur, matur oog annað.
Og so blivu hópin av røðum fluttar fram, men tað var serliga, tá ið klokkan var farin um 16.00, at løtan kendist sera hátíðarlig og fjálg, tá bleiv ein stuttur filmur vístur, um hvussu verkætlanin handan Páls Høll var vorðin til, og myndir av verkætlanin vóru vístar á stórskíggja, um hvussu einstaklingar, fyritøkur og felagsskapir, høvdu lagt orku, pening og stuðul í hesa ætlan, sum nú stendur prýðilig á Oyrunum í Vági. Tá ið filmurin var liðugur, vóru lógvabrestir at hoyra, og tá ið so stjóri í SEV Hákun Djurhuus og nevndarformaðurin í grunninum Páls Høll, John Henrik Holm, komu á pallin, kendist løtan sera góð.
Hákun segði nøkur fá orð og síðani kom John Henrik Holm við takkar heilsan. Og tað sást at John Henrik var rørdur, tá ið hann nú í filminum hevði sæð hvussu verkætlanin kveiktist og til hon nú ídag var veruleiki - og í veruleikanum okkum øllum í Føroyum til gagn og nýtstlu.
Virðislønin, peningurin, skal nýtast til lyftu, so atkomumøguleikarnir í Pálshøll eru so góðir sum gjørligt.
Eftir at gávan var handa Páls Høll, kom Lena Andersen við fylgi av Niclas Johannessen og Jóhannus á Rógvi og framførdu nøkur løg. Tiltakið endaði við at barnavinurin BUBU kom innar og fekk bæði vaksin og børn at flenna, og sjálvandi eisini stjóran á SEV og nevndarformannin at royna hansara pinkalítlu BUBUsúkklu, til stóran látur fyri gestirnar bæði børn og vaksin.
Mynd: FJ