Hin 21. september í 2018 høvdu vit grein her á In.fo saman við viðheftu mynd. Tað er toftamaðurin, Arni H. Carlsen, ið hevur teknað virkið á myndini. Toftamaðurin legði sjálvur myndina út á sína Facebook-síðu við tekstinum:
"Putin hyggur at pelagisku verksmiðjuni, sum Skaginn3x byggir fyri fyritøkuna Gidrostroy í eystara parti av Russlandi. Stuttligt er at síggja fylgirnar av mínum fyrsta túri har eysturi. Alexander Verkhovsky,, sum er eigari á Gidrostroy, greiðir frá".
Øll innan uppsjóvarvinnuna í Føroyum vita, hvør Arni H. Carlsen er, tí hann hevur verið verkætlanarleiðari í uppbyggingini av framleiðslugongdini, bæði á Varðanum Pelagic á Tvøroyri og Pelagos í Fuglafirði.
Maðurin hevur eisini við sínum royndum og dugnaskapi verið við í fleiri øðrum verkætlanum í Føroyum.
Eftir at toftamaðurin hevði lagt hesa myndina út á sína Facebook-síðu, setti In.fo seg í samband við hann og spurdi, um hann vildi siga okkum eitt sindur um, hvussu hann kom í samstarv við russar, sum bygdu stóra virkið.
- Eftir eina vitjan á Pelagos, vildi russarin hava meg at koma yvir til eystara part av Russlandi at tekna nýggja virkið hjá teimum. Um hesar leiðir eru fleiri oyggjar, róptar Kuril Island. Hetta eru oyggjar, sum russar tóku frá Japan undir seinna heimsbardaga.
Í Russlandi fekk Arni H. Carlsen til uppgávu at tekna eina pelagiska linju inn í eina laksaverksmiðju. Hetta gekk so mikið væl, at teir beinanvegin vildu hava tvær linjur. Síðan varð toftamaðurin biðin um at tekna tað nýggja og stóra virki hjá teimum.
Á myndini standa russiski forsetin, Vladimir Putin og kinesiski forsetin, Xi Jinping, og skoða verkætlanina hjá toftamanninum.
Nú Russland við Vladimir Putin á odda hevur gjørt innrás í Ukraina, fara bæði ES og stórur partur av vesturheiminum at seta í verk revsitiltøk ímóti Russlandi, og hetta kemur uttan iva at ganga út yvir føroysku veitingarnar av fiski til Russlands.
Bæði innan laksavinnu og uppsjóvarvinnu er Russland ein stórur marknaður hjá føroyskari vinnu, og hesin marknaður vaks serliga nógv, eftir at Føroyar í stríðnum um býti av makrelinum vórðu stongdar úti á ES-marknaðinum.
Føroyar hava heilt síðan í sjeytiárunum havt eitt gott samstarv við russar, og hetta samstarv byrjaði við fiskirættindasáttmála millum londini, og at russisk skip kundu koma til umvælingar í Føroyum.
Men, eftir ongari tíð liggur alt hetta samstarv í óvissu, nú londini í okkara parti av heiminum fordøma russisku innrásina í Ukraina. Flestu lond meta innrásina sum brot á sjálvsavgerðarrættin hjá Ukraina og brot á altjóða lóg.
Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, vísti í gjár á, at Føroyar eru partur av vesturheiminum, og at Føroyar fara at fylgja vesturheiminum í teimum revsitiltøkum, sum fara at verða sett í verk ímóti Russlandi.
Flyta vit okkum aftur til stríðið og bardagan um Ukraina, hava menninir á myndini hjá Arna H. Carlsen, russiski forsetin, Vladimir Putin og kinesiski forsetin, Xi Jinping, snakkað saman í telefon dag.
Sambært tíðindastovuni AFP hevur kinesiski forsetin biðið russiska forsetan taka upp nýggjar samráðingar við Ukraina, og her skal Vladimir Putin hava sagt, at Russland er til reiðar at samráðast við Ukraina.
Kina hevur higartil ikki viljað fordømt russisku atgerðirnar í Ukraina, og landið hevur verið stuttorðað í so máta, men í gjár søgdu kinesiskir myndugleikar, at teir fylgja væl við gongdini, og at teir skilja russiska órógvið um landsins trygd.
##med2##