Heimsumfatandi fíggjarkreppan er ikki komin á botn enn, sigur Altjóða Gjaldoyragrunnurin, sum ikki væntar nakran bata fyrr enn í 2010 Fíggjarkreppan fer at versna í komandi mánaðum, og eg vænti ikki, at tað fer at venda fyrr enn eina ferð í 2010, sigur Oliver Blanchard, leiðandi búskaparfrøðingur hjá IMF, við týska blaðið Finanz und Wirtschaft.
-Nei, tað ringasta er eftir enn, sigur hann.
Teir seinastu dagarnar hevur Altjóða Gjaldoyragrunnurin játtað Íslandi, Ungarn, Ukraina, Lettlandi, Serbia og Pakistan lán fyri at hjálpa londunum ígjøgnum fíggjarkreppuna.
Oliver Blanchard mælir tjóðbankunum kring heimin at lækka rentuna so langt niður ímóti 0, sum til ber.