Tað skaðar, tá politiskar loysnir eru opportunistiskar

Hygg at byrgingini um Haraldssund, sum liggur sum ein skomm av berari politiskari opportunismu.

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður




Serliga seinastu tíðina hevur kjakið gingið uttan íhald um vegaføringina ígjøgnum Leirvík.
Eg kundi hugsað mær at farið eini stívliga 20 ár aftur í tíðina, tikið dømi um, tá skilaloysi og politisk opportunisma tóku avgerð. Her er talan um tá fasta sambandið um Haraldssund skuldi avgerast.

Brúgv ella byrging
Táverandi Landsverkfrøðingurin var fleiri ferðir á fund við m.a. Klaksvíkar Kommunu, har tvinni uppskot lógu á borðinum, nevniliga ein byrging við brúgv og siglingarrennu, alternativt ein byrging við atløgu-síðu norðan fyri byrgingina.
Býráðið tók málið upp. Har var ósemja um málið. Vit vóru tríggir, ið valdu loysnina við byrging og atløgusíðu, sum vit royndu at fáa hinar býráðslimirnar við til, tí henda loysn var fíggjarliga til at lyfta.

Landspolitikarar, vitskapsfólk og SVF
Størsta orsøkin til, at restin av býráðnum ikki tók undir við okkum var helst, at allir fýra landspolitikararnir fyri Norðoyggjar, sum sótu í 1980unum, kravdu byrging við brúgv og siglingarrennu.
Vit sum vóru í einum minnilutabólki saman við Landsverkfrøðinginum, royndu at trýsta eina fíggjarliga gjøgnumførliga loysn ígjøgnum, men síðani komu sterkari kreftir inn, m. a. vitskapsmaðurin, sum álvarsliga í Sjónvarpi Føroya greiddi frá eini botnvending, ið hevði verið á Funningsfirði, sum eisini kundi henda í Klaksvík.  Uppgávan hjá SVF tyktist tá og tykist nú at hava sum mál, at seta fólk upp ímóti hvørjum øðrum, heldur enn at lýsa mál fyri at royna at fáa úrslit.
Landsverkfrøðingurin  tann kapasitetur hann nú einaferð var  varð settur út sv spælinum, og norðoytingmenn, saman við vitskapsmanninum vunnu.
Tað er orsøkin til, at byrgingin um Haraldssund enn liggur sum ein skomm.
Har er eingin siglingarrenna komin og hon kemur heldur ikki.

Opportunistarnir vunnu
At vera opportunistur sum politikari, gevur helst atkvøður, men vanliga ikki skilagóðar loysnir.
Eg skal ikki koma nærri inn á, allar tær samrøður eg sum borgarstjóri í Klaksvík hevði við skilamenn á sjógvi og á landi í hesum umfari, men ein teirra, sum avgjørt ikki fekk løn, sum umhvørvisvitskapsmaður, skrivaði eina longri frágreiðing, har hann vísti á streymviðurskifti etc., sum fór at gera Klaksvíkina reinari.
Hesin fekk rætt!

Avskeplaða byrgingin
Eg havi fleiri ferðir sett fyrispurning til skiftandi landsstýrismenn í vinnumálum, nær vit í øllum førum kunnu rokna við at fáa nýtiliga loysn á byrgingini. Tað hevur higar til dags bara verið tosað burtur.
Hesar verkætlanir  fasta sambandið um Haraldssund og vegaføringin í Leirvík - minna ótrúliga nógv um hvøjra aðra, har opportunistiskir politikarar skulu gera øllum til vildar og soleiðis ongun tilvildar.
Haraldssund liggur eftir 20 árum sum ein skomm við ongari atløgusíðu norðanfyri, ongari brúgv og ongari siglingarrennu, sum okkara landspolitikarar í Norðoyggjum góðu lyfti um. Ólíka var, um opportunisman var løgd til viks og skilagóð avgerð varð tikin.