Tað skuldi røkka ella støkka

- Tú valdi at "gambla" ordiliga, segði gekka-verturin, Jensina Olsen.

 

Tað var Ásgerð Thomsen í Havn, sum í Gekka-spælinum í kvøld fekk fulla plátu og slapp at snara hjólinum um høvuðsvinningin á 1,5 miljónir krónur. Hon ivaðist onga løtu og valdi at koyra allan høvuðsvinningin í bláa leypin. 

Tað mátti røkka ella støkka!

- Eg havi spælt við øll árini, og hetta er fyrstu ferð, eg havi fingið fulla plátu, segði hon, áðrenn leikur byrjaði. 

Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið Ásgerð Thomsen 50.000 krónur. Men, hon ivaðist slett ikki. - Vit spæla víðari, var greiða svarið, tá hjólið steðgaði.

Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni 45.000 krónur. Men, heldur ikki hesaferð var nakar ivi. - Nei, vit prøva einaferð aftrat, segði hon. 

Í triðju og seinastu royndini steðgaði hjólið aftur á 15.000 krónum, sum gjørdist vinningurin hjá Ásgerð Thomsen í kvøld. - Tú valdi at "gambla" ordiliga, segði verturin, Jensina Olsen. 

- Ja, tað geri eg altíð, segði ein slett ikki vónsvikin Ásgerð Thomsen, sum í Gekka-spælinum í kvøld slapp at royna eydnuna fult út. Hon tók hetta sum eitt upplivilsi, har tað antin mátti bera - ella bresta.

Men, 15.000 skattafríar krónur var havnarkonan so vorðin ríkari, tá hon legði hornið á og takkaði fyri spennandi løtuna og upplivilsið í Gekka-spælinum í kvøld.

##med2##