Tað stóð nógv á hjá ÍF

Tó at úrslitini lagaðu seg so, sum tey flestu høvdu væntað, so var um reppið, at Dráttur skapti eina sensatión, tá tær á Kambsdali noyddu ÍF út í fimm sett

Kvinnuflogbóltur

Íroknað dystin millum Fleyr og KÍF týskvøldið, vórðu fimm dystir í meistaradeildini hjá kvinnum leiktir farnu vikuna. Einasta liðið, sum fekk fýra stig burturúr hesum, var ÍF, men tað skal so leggjast afturat, at tær høvdu tveir dystir hetta vikuskiftið.
Leygardagin leiktu tær í Hoyvíkarhøllini móti uppflytarunum úr KÍF. Dystin vunnu tær hampuliga trygt, men tað var tó eitt sindur óvæntað, at KÍF skuldi taka sær av triðja settinum, soleiðis at talan skuldi gerast um dyst á fýra sett.
Tað eydnaðist tó ÍF at vinna dystin, og tað gjørdi tað so eisini sunnudagin, men tað var kortini ikki meira enn akkurát. Alt tóktist annars ganga eftir vild, tá ÍF hevði tikið sær av fyrsta settinum, men brádliga mutaði Dráttur ímóti. Bæðí næsta og fjórða settið fór til vitjandi liðið, og so stóð á gomlum nøglum hjá ÍF. Í seinasta og avgerandi settinum megnaðu tær tó at reisa seg somikið, at sigurin ikki kom í veruligan vanda, og soleiðis halda tær framviegs fast um støðuna í oddinum, har tær nú eru tvey stig undan Mjølni og TB, sum tó hava leikt ein dyst færri.

Fer at líkjast tvídysti
Umframt dystin á Kambsdali, so var Dráttur eisini í Trongisvági um vikuskifitð, men har var spenningurin so langt ífrá hin sami. TB var so ruddiliga við yvirlutan í dystinum, sum endaði við 3-0 sigri til heimaliðið.
Av Tvøroyri verður ananrs sagt, at tað var eingin ivi um, at TB var hitt betra liðið í dystinum. Nógvir óneyðugir vórðu gjørdir frá báðum pørtum, men hóast tað, so hevði TB tamarhald á, og tó at munurin í tølum ikki var so stórur í teimum báðum seinastu settunum, so var Dráttur ikki nær námind nøkrum, sum líktist spenningi. Soleiðis er líkt til,at TB framvegis heldur kósina, sum tær settu í fjør, tá liðið fyri fyrstu ferð gjørdist meistari.
Heldur ÍF á fram at sýna somikið óstøðug avrik, sum tær hava gjørt hesa vikuna, so er líkt til, at einasti veruligi avbjóðarin skal finnast í Klaksvík, og tær vóru í øllum førum ivaleysar, tá tær vitjaðu í Havnini. Ein tryggur 3-0 sigur uttan nakran sum helst slingur í valsinum varð úrslitið, og nú eru leikararnir helst av álvara farnar at hugsa um, hvussu tað man fara at ganga, tá liðið um tvær vikur skal royna seg á útivølli móti TB.

Fleyr vann botnslagið
Umframt dystirnar um vikuskiftið, so varð eisini ein annars dystur leiktur í vikuni. Hesin varð týskvøldið millum botnliðini bæði, Fleyr og KÍF, og her eydnaðist Fleyr at fáa fyrstu stigini á árinum.
Talan var um tryggan sigur, sum greitt staðfesti, at hóast Fleyr ikki longur er tað, sum tær hava verið, so er framvegis munur til vinnaran av næst bestu deildini. Hinvegin hevur KÍF fleiri ferðir í ár havt hug at glepsa at mótstøðuni, og tó at tað ikki gekk hesaferð, so er einki at ivast í, at við royndunum fara úrslitini at betrast, og so er tað kanska als ikki so víst, at uppflytarin aftur í ár skal enda niðast.

Úrslit, meistaradeild kvinnur
Fleyr-KÍF3-0 (25-22, 25-15, 28-26)
TB-Dráttur3-0 (25-11, 25-20, 25-21)
KÍF-ÍF1-3 (11-25, 15-25, 25-21, 5-25)
Fleyr-Mjølnir0-3 (11-25, 11-25, 11-25
ÍF-Dráttur3-2 (25-11, 20-25, 25-18, 24-26, 15-6)