-Tokið fór av jarnbreytini, tí ein heimagjørd bumba brast á breytini. Tí verður tilburðurin kannaður eftir lógargreinini um yvirgang, segði statsadvokaturin Sergei Bednichenko við russiska sjónvarpið í gjárkvøldið.
Umleið 60 fólk fingu skaða, tá ferðamannatokið millum Moskva og St. Pætursborg fór av breytini einar 500 kilometrar norðan fyri Moskva. 25 teirra fingu so álvarssamar løstir, at tey máttu á sjúkrahús.
Russisku myndugleikarnir siga, at tokførarin hoyrdi tveir brestir, beint áðrenn tokið fór útav. Ferðafólk reiddu frá, at tey hoyrdu ein brest, og at tað var ramur brunaroykur í fleiri tokvognum.
Sambært sjónvarpinum hevur løgreglan eingi spor at ganga eftir. Kekenskir uppreistrarmenn hava fyrr skipað fyri atsóknum í Russlandi, men teir hava ikki gjørt um seg í meiri enn eitt ár nú.