Hvussu vilt tú lýsa ársins festivalsummar?
HANSEN: Umfatandi, spennandi, fjøltáttað, feitt.
PETERSEN: Tað líkist einum ordans tiltaks, stevnu, fagnaðar og festivalsummari! Ómetaliga nógv tiltøk. Helst er útboðið í so stórt. Eisini hóast tiltøkini royna at fáa sær síni egnu eyðkenni og smakk.
GALÁN: Tað er føroyskt, og tað er nógv.
Sæst framgongd á festivalunum?
HANSEN: Ja, so avgjørt - kanska serliga fyriskipanarliga. Fyriskipararnir hava lært nógv av teimum mistøkum, ið eru gjørd undanfarin ár, og tað er deiligt at síggja. Tónlistarliga eru festivalarnir eisini við at finna eitt støði, ið sømir seg. Ein yvirgang royndu allir at yvirganga hvønn annan við kostnaðarmiklum útlendskum nøvnum, og tað tænti ikki nøkrum, tí festivalarnir mundu avlívað seg sjálvar.
PETERSEN: Hyggja vit at gongdini frá fyrsta G!-festivalinum til í dag, er kunningin væl størri fyri at skipa fyri tílíkum tiltøkum. Ein stórur hópur av fólki er nú, sum veit um innrætting av festivaløki, trygd á uttandura pallum, og alt møguligt annað, sum hoyrir einum festivali til. Um 2009 fer at vera eitt ár við serligum lopi í festivalmenningini, veit eg ikki fyrr enn í august!
GALÁN: Tað kann eg ikki siga, fyrr enn eg havi vitjað ein av teimum stóru festivalunum.
Kemur tað óvart á teg í hesum búskaparligu tíðum, at so nógvir festivalar verða?
HANSEN: Ja, tað ger tað. Keypiorkan hjá fólki er nógv minkað í tráð við at virksemið í samfelagnum er lækkað. Eg haldi tó, at festivalarnir hava dugað væl at tillaga ambitiónirnar og skráirnar eftir tí sannroynd, at vit liva í niðurgangstíðum. Serliga G! hevur megnað at sett saman ein frálíka G!-skrá uttan at brúka alt ov nógv av pengum.
PETERSEN: Eg vænti, at øll tiltøkini eru gitin, áðrenn fíggjarkreppan varð veruleiki – um heystið í 2008. Og at eingin helt tað standa so illa til, at neyðugt var at drepa dreymin. Tað er als ikki eitt keðiligt tekin fyri eitt samfelag, at fólk trúgva upp á sín egna dreym. Hinvegin meti eg, at hóast fyrireikararnir ikki hava avlýst síni tiltøk, sæst kreppan kortini á allarflestu størru tiltøkunum. Tey flestu eru onkursvegna varin ella kýta seg at laga betur til sín kjarnumálbólk, heldur enn at dúva upp á at fáa øll við.
GALÁN: Einaferð segði ein klókur maður, at tá samfelagið er í kreppu blómar listin. Vónandi halda festivalgestirnir tað sama.
Hvør er orsøkin til, at Føroyar hýsa heili seks festivalum í ár?
HANSEN: Í stóran mun tilvild, vænti eg. Tað er nærliggjandi at hugsa, at Við Múrin er sprottin burtur úr tí vakum, ið kom í kjalavørrinum frá húsaganginum hjá G!. Tað var leingi ivi um, hvørt G! yvirhøvur fór at fóta sær aftur, og tað er hesin ivin, fyriskipararnir av Við Múrin hava gjørt sær dælt av. Hinar festivalarnar kenna vit frá fyrr av, og teir eiga hvør í sínum lagi sítt pláss.
PETERSEN: Eg meti, at tekin eru um, at fleiri av tiltøkunum eru farin at málrætta seg betur. Fólkini handan tiltøkini hava funnið ein form, sum hóskar til teirra. Eg hugsi eitt nú um Fjarðafestivalin. Fyrireikararnir tosaðu í ár meira beinleiðis enn undanfarin ár um, at Fjarðafestivalurin var ein kristin festivalur fyri kristin fólk. Og Jóansøkufestivalurin hevur lagt seg meira eftir at vera ein partur av Jóansøkuni, heldur enn at kappast við gamla stevnuformin. At festivalarnir finna sín samleika kann gera teir smalri og draga ein minni áhoyraraskara. Men afturfyri er talan um tann rætta skaran – tey, sum meta hetta vera besta tiltakið til teirra.
GALÁN: Eg meti meg vera aldeilis ókvalifiseraðan at svara hasum spurninginum.
Er tað pláss fyri seks festivalum í Føroyum?
HANSEN: Nei, tí tað siga royndirnar okkum. Í 2005 vóru eisini fimm stórir festivalar, og tað gekk ikki fíggjarliga. MjúS lá eftir á, meðan Jóansøkufestivalurin mátti tillaga seg. Eg haldi tó, at í mun til 2005, so hava festivalarnir - heldur enn at roynt at yvirganga hvønn annan - dugað betur at funnið sínar egnu nitsjur. Einasti ókendi faktorurin er í grundini festivalurin Við Múrin, ið tónlistarliga hevur lagt seg mitt millum G! og Summarfestivalin. Meðan Trentemøller og Dj Tiesto eru nøvn, ið eg hevði væntað at upplivað á G!, eru Anna David og Ace of Base so avgjørt nøvn, eg hevði væntað at sæð á skránnið hjá Summarfestivalinum. Tískil verður tað spennandi at síggja, hvussu stórt innvik í áskoðaragrundarlagið hjá G! og Summarfestivalinum, Við Múrin fer at gera.
PETERSEN: Nei. Ikki í fleiri ár. Møguliga er pláss fyri trimum festivalum í G!-stødd og trimum minni í ár, tí fólk, vegna búskaparkreppuna, velja at ferðast í egnum landi, og heldur fara á fleiri festivalar enn uttanlandsferðir í suður-Evropa. Men upphæddin, sum føroyingar nýta til undirhald og mentan, fer ikki til tónleikafestivalar í allar ævir. Næstu ferð eitt frálíkt hugskot verður, fara pengarnir at flyta seg yvir hagar. Hvar og hvat tað fer at vera, veit eg sjálvsagt ikki.
GALÁN: Um allir festivalarnir finna sína egnu nissju og ikki kappast beinleiðis, skuldi tað borið til. Men um allir fara eftir øllum kann vandi verða fyri, at tað verður tunt onkustaðni...
Væntar tú, at somu festivalar verða aftur í 2010?
HANSEN: Summarfestivalurin og G! eru so mikið sterk brand, at vit skulu venja okkum við, at hesir festivalar eru fastir tættir í føroyska summarinum. Tað saman kann sigast um Fjarðafestivalin, ið hevur eina sera væl útgreinaða og trúgva áhoyrarafjøld. Asfalt er hin føroyski festivalurin - nærmast ein kvøða ella framsýning av føroyskum tónleiki.
Eg eri eitt sindur í iva um Við Múrin. Skráin sær rættiliga kostnaðarmikil út, og tískil er bogin hart spentur. Svíkja havnafólk festivalin, kann tað verða fyrstu og seinastu ferð, at vit fáa høvi at fara á festival í Kirkjubø.
PETERSEN: Nei, eg vænti ikki. Ella eg vænti mær broytingar. Kanska onkur festivalur hvørvur fullkomiliga, ella møguliga leggur onkur virksemið um. Kanska til eina røð av konsertum ella eitt tiltak, sum hugsar um annað enn tónleik.
GALÁN: Eg veit ikki. Um teir læra at differentiera seg og fara eftir hvør sínum málbólki, og samstundis ikki allir budgettera við 6000 vitjandi í part, so ja.
Hvør festivalur stendur sterkastur í myndini?
HANSEN: Eg haldi ikki, at nakar festivalur skilir seg avgerandi burturúr. Har er nakað til øll. Tónlistarliga er G! tó tann feitasti, um tú spyrt meg, og tað havi eg altíð hildið. Veto, Spleen United, The Haunted og Tinganest eru nokk fyri at fáa meg upp úr stólinum. Men eisini nøvn sum ORKA, Familjen, Mr. Flash og Katzenjammer ljóða spennandi. So er Syðrugøta bara nakað heilt serligt.
Eisini skráin hjá Við Múrin er áhugaverd. Trentemøller er eitt av sterkastu norðurlendsku nøvnunum yvirhøvur, og eg havi ein varhuga av, at konsertin við DJ Tiesto kann gerast eitt brak. Hesin eitt sindur bygdasligi plátuvendari er víðagitin fyri at duga at fáa lív í heil stadion við sínum old school-techno-tónleiki.
Á Summarfestivalin, vænti eg, at framførslan við Nic & Jay (DK) verður nakað serligt.
PETERSEN: Í ár er festivalurin við Múrin tann, sum ger mest um seg. Hann skal royna at fáa fótin fyri seg. G! er helst festivalurin við størstu persónligiheitini, og Summarfestivalurin er hin sterkasti fíggjarliga.
GALÁN: Í ár? Eingin. Allir festivalarnir hava hildið relativt lágan profil í ár. Men sterkasta festivalbrandið er G!. G! er higartil einasti festivalurin, sum er ein sansalig heildaruppliving.
Hvat gleðir tú teg persónliga mest til?
HANSEN: Persónliga havi eg í fleiri ár eftirlýst donsku Spleen United á skránnið hjá G!, og nú koma teir. Tað gleði eg meg ómetaliga nógv til. Eg havi hoyrt teir á Spot Festivalinum í Aarhus og vænti, at tað verður nakað heilt serligt at hoyra teir á Sandinum, um veðrið er bara soleiðis nøkurlunda.
PETERSEN: Eg gleði meg allarmest til at síggja tær eitt sindur ørligu, løgnu og orginalu síðurnar av føroyingum. Tær hava lyndi til at savnast á G! Eg var við Gjógv leygardagin og lurtaði eftir Summartónum og hoyrdi millum annað ORKA spæla við Teiti sum gesti. Og við Høgna Lisberg sum áslátturleikara. Eg gleði meg í øllum førum til at hoyra hesi trý aftur. Eg gleði meg eisini at síggja okkara finsku tjald-sauna standa og rúka so lystiliga á Gøtusandi.
GALÁN: Einki er sum at framføra á stóra pallinum í Syðrugøtu. Tó kann upplivingin við Múrin eisini gerast góð. Tað má tíðin vísa. Eg gleði meg meira at hoyra Kenny Rogers enn nakað einstakt festivalnavn í ár – uttan at taka nakað frá Kenny Rogers.
Hvat sermerkir tónleikaskránna í ár?
HANSEN: Har er nakað fyri øll. Men meðan Asfalt, G! og Summarfestivalurin líkjast sær sjálvum, og hava funnið sítt pláss, verður tað áhugavert at fyglja Við Múrin, tí tað er fyrstu ferð, hesin festivalur verður fyriskipaður í Kirkjubø.
PETERSEN: Flestu tiltøkini hava eitt vet meira umhugsnar skráir. Tað er helst skilagott. Tosa vit um G! skránna, hevur tað stóran týdning – kanska størri enn nakrantíð – at bjóða forkunnugan, áhugaverdan og nýggjan tónleik. Eg ivist ikki í, at nógv fara at hava ársins G!-uppliving við elektroniskum tónleiki í Grundini.
GALÁN: Eg sakni tað orrrrrdiliga stóra navnið onkustaðni. Góðskan er har, men av tí at einki navn ordiligur skilur seg út og dregur fólk, kann vandi verða fyri, at teir seinastu 2000 festivalgestirnir halda seg aftur. Men um man fer á festival fyri heildarupplivingina, samveruna, stemningin og tónleikin, vænti eg eitt gott festivalsummar.
FAKTA:
Fjarðafestivalurin: 5. og 6. juni
Jóansøkufestivalurin: 26. og 27. juni
Asfalt: 3. og 4. juli
Við Múrin: 16., 17. og 18. juli
G!-festivalurin: 23., 24. og 25. juli
Summarfestivalurin: 6., 7. og 8. august