– Vit eru púrasta avklárað við støðuna.
Tað siga tey bæði, Rakul og Johan Dalsgaard, sum leygardagin endaliga fluttu av garðinum í Fámará, sum nú aftur hevur fingið festara, sum ikki bleiv Johan Dalsgaard.
Men er tað so við sorgblídni, at Johan og Rakul Dalsgaard eru flutt av garðinum?
– Nei tað er tað í veruleikanum ikki. Hetta kennist løgið, tí vit hava bæði verið kedd og ill og altmøguligt. Men nú eru vit ræðuliga spent og avklárað, sigur Johan Dalsgaard.
Og konan Rakul er púra samd.
– Ja nú hevur hetta staðið uppá so leingi, og tí er tað bara gott, at okkurt hendi. Vit hava verið í hesi bíðistøðuni so leingi, og tí er tað gott, at bara okkurt hendi. Annaðhvørt fingu vit festið ella ikki. Tað ringasta hevur verið bíðistøðan, sigur Rakul Dalsgaard, sum sigur, at tey bæði nú eru rættiliga avklárað.
Tey nú fyrrverandi búfólkini í Fámara hava í miðlunum nevnt, at tey skulu flyta á annan garð í Danmark, nærri lýst á Fjóni.
Flyta tit bæði nú til Danmarkar?
– Telefonin ringdi faktiskt í áðni, tá var tað eitt danskt par, sum hevði fylgt okkum á Facebook. Tey vildu fegin hjálpa okkum. Tað kennist fløvandi, sigur Johan Dalsgaard.
– Í fyrstu syftu flyta vit tó til Havnar, leggjur Rakul Dalsgaard afturat.
– Har verða vit í øllum førum til várs. Eg fari at søkja á hægri lærustovn, og so fara vit at flyta. Johan hevur funnið ein ordiliga góðan garð, sigur hon.
– Jú, tað passar, eg havi funnið ein ávísan ordiliga góðan garð. Men eg havi eisini funnið út av, at tað er so smekkfult til av teimum í Danmark, sigur Johan Dalsgaard.
– Men vit hava tað eitt sindur soleiðis beint nú. Rakul hevur forklárað mær tað við einum nýggjum føroyskum orðið: »Føroyaledi«..., sigur Johan Dalsgaard.
– Ja, tað lýsir tað, at vit orka ikki meir, vit hava malið í hesum so leingi, at vit koyra tað yvir á øll møgulig onnur ting, so at tú at enda verður troyttur av øllum. Nú hava vit brúk fyri »luftforandringi«.
Men eru Føroyar so útilokaðar?
– Nei, tað eru ikki ordiliga Føroyar... her er bæði grønt og pent, men kortini tími eg ikki at vera her, sigur Johan Dalsgaard.
Alt tað, tey skulu hava við sær, er nú í bilinum. Eftir standa onkrir búnyttur, borð, sofur og onkur stólur.
– Hetta er slíkt, sum verður standandi eftir. Her stóðu onkur borð og onkur sofa, tá vit komu, so hetta verður bara eftir.
– Seinasta nátturðan, vit ótu her, kallaðu vit til stuttleika »seinasta kvøldmáltíðin«. Tá sigi eg til stuttleika við Rúna: »Hvat nú, um ein politikari ringir og sigur, at hann hevur orðnað tað soleiðis, at vit sleppa at vera her í ein mánað afturat?«. Tá sigur Rúni bara, »at so kundi hann sjálvur verið her...«
– Men eg veit, at vit fara at gera tað aftur. Har sum vit enda, har fer tað at vera stuttligt, lovar Jóhann Dalsgaard.
– So avgjørt. Allir dreymirnir og allar visjónirnar og »Visjón Fámará« er so slett ikki deyð. Tí vit fara at gera hana. Tað verður bara ikki í Fámará, sigur Rakul Dalsgaard.
So er spurningurin, um tað verður »Vjsión Fyn« í staðin.
– Ja, tað veit eg ikki. Og Gud viti, hvat fyri rokilsi verður um tað. Tað skuldi ikki undrað meg, at kriminalpolitiið kemur, tá eg fari at seta niður radisur har, sigur Johan Dalsgaard skemtandi at enda.