Javnleikur í fyrsta kappingardystinum hjá Samuel í Eysturríki

Samuel Chukwudi er fyrsti føroyingurin í eysturríksku bundesliguni

Mynd: SV Ried

Landsliðsbakkurin, Samuel Chukwudi hevur skrivað føroyska fótbóltssøgu í dag. 

 

Samuel er fyrsti føroyski leikarin, ið spælir dyst í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini, ið eisini eitur: bundesligan.

 

Í fyrsta kappingardystinum fyri SV Ried var Samuel á vøllinum allan dystin, tá Ried á útivølli megnaði javnleik 1-1 móti Lustenau.

 

Lustenau legði seg á odda í 26. minutti, men átta minuttir seinni javnaði Jussef Nasrawe fyri Ried, og fleiri mál komu ikki í dystinum.

 

Fyri avrik sítt fær Samuel í karakteri: 6,5 frá Sofascore og 7,0 (av 10 møguligum) frá Soccerstand.

 

Komandi sunnudag klokkan 16 hevur Ried dyst á heimavølli móti gamla stórliðnum, Rapid Wien. 

 

Í 2021 og 2022 spældi John Frederiksen 28 dystir og skoraði fimm mál fyri Amstetten í næstbestu eysturríksku fótbóltsdeildini. 

 

Mynd: SV Ried