»Tað er bara at drepa ein barna­dráps­mann«

Løgreglan kann í løtuni hóttanirnar ímóti tingfólki, sum atkvøddu fyri fosturtøkulógini

Tað var fríggjakvøldið, at fleiri tingfólk, sum høvdu atkvøtt fyri lógini um fosturtøku hósdagin, fingu hóttanarboð sendandi umvegis sosialar miðlar og sms.

 

»It is just to kill a child murderer«, stóð skriva í boðunum til onkran teirra. Tað kann týðast til: »Tað er bara at drepa ein barnadrápsmann«.

 

Løgreglan hevur havt fund um málið í morgun og skriva til nú til miðlarnar, at tey arbeiða víðari við málinum.

 

– Føroya Politi hevur fingið fleiri fráboðanir um vikuskiftið, har løgtingslimir á sosialum miðlum og umvegis telefon hava fingið boð, sum kunnu skiljast hóttandi.

 

– Vit eru í ferð við at kanna fráboðanirnar nærri. Fyri ikki at ávirka kanningararbeiðið hava vit ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni, skrivar løgreglan.