Tað er framvegis arbeiði til allar hendur

Tað er framvegis arbeiði til at kalla øll, sum sum vilja, og kunnu arbeiða

Arbeiðsloysið í Føroyum er so lágt, sum tað kann vera. Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í januar var arbeiðsloysið 0,8 prosent. Í roynd og veru merkir tað, at arbeiði er til allar hendur, sum eru til taks á arbeiðsmarknaðinum, og sum hava umstøður at fara til arbeiðis.

 

Fulltíðararbeiðsleys eru fólk, sum eru arbeiðsleys allan mánaðin. Tað merkir, at eru tvey fólk arbeiðsleys ein hálvan mánað hvør, er talan um eitt fulltíðararbeiðsleyst fólk henda mánaðin.

 

Tá ið arbeiðsloysið var 0,8 prosent í januar, svarar tað til 249 fulltíðararbeiðsleys. Men tilsamans vóru tað 284 fólk, sum vóru arbeiðsleys í januar. Arbeiðsloysið var eitt prosent í januar í fjør og tað svaraði til 288 fulltíðararbeiðsleys.

 

Gongdin vísir, at hesi seinastu árini er arbeiðsloysið støðugt minkað. Í 2020 vaks arbeiðsloysið nakað, tá ið koronufarsóttin rakti, men síðani er tað minkað aftur.

 

Vanliga hevur stórur munur verið ímillum kynini, tí tað plagar at vera nógv fleiri kvinnur, sum eru arbeiðsleysar enn menn. Men nú er tað broytt, so at arbeiðloysið er 0,8 prosent hjá báðum kynunum.

 

Tað svarar til 130 fulltíðararbeiðsleysar menn og 119 kvinnur. Fyri einum ári síðani var arbeiðsloysið eitt prosent hjá monnum og 0,9 prosent kvinnum.