Í nátt tók løgreglan í Havnini ein bilførara. Men tá ið tey kannaðu málið, varnaðust tey, at nummarpláturnar hoyrdu ikki til bilin.
Bilførarin, sum var ein ungur drongur, viðgekk eisini, at hann hevði átt ein sama slag bil, sum varð settur, tí hann var í so ringum standi.
Tískil hevði hann bara tikið nummarpláturnar av gamla bilinum og sett tær á ein annan bil, hann hevði keypt. Og hann greiddi løgregluni frá, at soleiðis hevur hann koyrt runt síðani í november.
Løgreglan sigur, at pláturnar vórðu tiknar av bilinum á staðnum, og bilurin varð settur, har hann varð steðgaður.
Men nú er maðurin so eisini skuldsettur fyri at koyra við einum bili, sum ikki er skrásettur.
Tað er eitt álvarsmál, tí tá er bilurin heldur ikki ábyrgdartryggjar, og tað merkir, at hevði hann gjørt skaða á fólk ella lutir, hevði tryggingin ikki goldið fyri skaðan.
Í nátt fekk løgreglan eisini fráboðan um, at ein blaðungur drongur lá avdottin uttan fyri ein Handil í Havn. Tá ið løgreglan kom á staðið, var hann rættiliga kaldur, men ringt varð til foreldrini, sum síðani komu eftir honum og fingu hann til húsar.