Tað er ikki brúk fyri nýggjum barnaheimi

Tí verður kannað um tørvur er á smærri stovnum ístaðin

Tað er ikki longur brúk fyri einum stórum barnaheimi. Tað sigur Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum.  Í nøkur ár hevur verið tosað um at byggja eitt nýtt barnaheim, tí umstøðurnar á Barnaheiminum, sum hevur veriða Varðagøtu í Havn, ikki eru nøktandi. Arbeiðið varð eisini fyrireikað, men undir seinastu samgongu varð ásannað, at tað varð so dýrt, at tann ætlanin varð slept.

 

Síðani hevur verandi samgonga slept ætlanini at byggja eitt stórt barnaheim, tí tey vildu heldur byggja smærri stovnar kring landið til børn. Hendan ætlanin hevur verið umstrídd og nú hevur Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin spurt nýsetta landsstýrismannin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, hvørjar ætlanir hann hevur á økinum.

 

Sólvit E. Nolsø sigur,  at Almannaverkið hevur upplýst, at tørvurin á at byggja eitt nýtt, stórt, barnaheim, er ikki tann sami nú, sum hann hevur verið. Orsøkin til tað er, at ey børnini, sum tá høvdu tørv á at fara á barnaheim, nú eru flutt, ella eru um at vera flutt, í onnur hóskandi høli.

 

Tí hevur ætlanin verið at kanna um tørvur er á smærri barnastovnum ístaðin. Í hesum sambandi verður dentur lagdur á, at hesir bústaðir eru hóskandi til børn, og eru innrættaðir eftir tørvinum hjá hesum børnum. Samstundis verður dentur lagdur á hesir stovnarnir eru heimligir, mennandi og stimbrandi, har trivnaðurin hjá børnunum verður í hásæti.

 

Sólvit E. Nolsø sigir, at enn hevur hann ikki havt umstøður at meta um, antin tað er nøkur orsøk til at sleppa ætlanini hjá undanfarni landsstýriskvinnu um at byggja smærru barnastovnar.