Tað er torført hjá uppflytarunum

B68 og Skála, sum í dag kom á talvuna, eru einastu liðini, sum eftir fýra umfør ikki hava vunnið fulla úrtøku

Fjórða umfar í Effo-deildini er liðugt. Fyri fyrstu ferð í ár noyddist NSÍ at fara av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku. NSÍ var í Fuglafirði og noyddist til hús aftur við ongum. ÍF legði seg í 1. hálvleiki framum 2-0, og hóast NSÍ tíðliga í 2. hálvleiki minkaði um munin, so megnaðu fuglfirðingar at halda tørn um leiðsluna og harvið fyri fyrstu ferð í ár at vinna fulla úrtøku á heimavølli.

EB/Streymur legði seg beinanvegin framum 2-0 í heimadystinum ímóti KÍ, og hóast klaksvíkingar fótaðu sær í 2. hálvleiki, so megnaðu teir ikki at vinna tað aftur, sum teir mistu beinanvegin. Sigurin ber við sær, at EB/Streymur er við at lyfta seg fram millum tey fremstu.

Víkingur legði seg í 2. hálvleiki framum 1-0 ímóti B68. Toftamenn pressaðu síðstu løtuna, men Geza Turi var stinnur í Víkinga málinum, og harvið vann Víkingur fyrsta heimasigurin.

Einastu feløgini, sum ikki hava vunnið fulla úrtøku, eru uppflytararnir B68 og Skála. Í dag var tað ógvuliga tætt við, at Skála vann fyrsta sigurin. Skála var frammanfyri 1-0, inntil vanliga leiktíðin var farin. So javnaði Sorin Anghel fyri AB, og bara ein minutt seinni sá AB miðverjin Sørin Samuelsen reytt fyri at hava brúkt neyðbremsuna.

ÍF-NÍ 2-1 (2-0)

1-0: Clayton Soares 11.

2-0: Dánjal á Lakjuni 35.

2-1: Árni Frederiksberg 56.

Dómari: Ransin N. Djurhuus

ÍF: Hallgrím G. Hansen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Poul N. Poulsen, Fritleif í Lambanum - Karl Løkin, Bogi Reinert Petersen – Dánjal á Lakjuni (Kristoffur Jakobsen, 72.), Nenad Saric (Jan Ó. Ellingsgaard, 75.), Ari Ó. Ellingsgaard – Clayton Soares

Gult kort: Bogi Reinert Petersen, Kristoffur Jakobsen

NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg , Jens Joensen, Einar Tróndargjógv, Monrad Holm Jakobsen – Magnus Olsen (Per Langgaard, 46.), Sjúrður Jacobsen (Haraldur R. Højgaard, 46.) – Andy Olsen (Meinhard Olsen, 71.), Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen

Gult kort: eingin

Víkingur-B68 1-0 (0-0)

1-0: Heðin Hansen 71.

Dómari: Eiler Rasmussen

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen –, Hallur Hansson, Súni Olsen, Hans Jørgen Djurhuus (Magnus Jarnskor, 53.) – Sølvi Vatnhamar,  Finnur Justinussen (Gunnar Vatnhamar, 83.),  Filip Djordjevic (Heðin Hansen, 46.)

Gult kort: Filip Djordjevic, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar

B68: Kristian Joensen – Niklas Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Mads Rosenberg, Kristian Anton Andreasen – Ovi Brim (Esmar Clementsen, 78.), Hákun Edmundsson (Emil Ronaldsson, 76.), Jann Ingi Petersen, Janus Mortensen – Óli H. Olsen, Andrias á Líknargøtu

Gult kort: Óli H. Olsen

EB/Streymur-KÍ 3-1 (2-0)

1-0: Hans Pauli Samuelsen br 8.

2-0: Niels Pauli Danielsen 11.

3-0: Gunnar Zachariasen 69.

3-1: Ndende Adama Guéye 90.+1.

Dómari: Dagfinn Forná

EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas Tór Næs, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Gert Hansen – Høgni Madsen, Pól Jóhannus Justinussen (Jóhannes Hansen, 57.), Niels Pauli Danielsen (Brian Olsen, 79.) – Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen (Gunnar Zachariasen, 46.), Hans Pauli Samuelsen

Gult kort: Arnbjørn Hansen

KÍ: Meinhardt Joensen – Gunnar Christiansen, Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur Kalsø, Tórur Justesen – Ndende Adama Guye, Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør - Henry Heinesen, Johan Jacobsen, Ivan Joensen

Gult kort: Gunnar Christiansen, Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen

Reytt kort: Gunnar Christiansen  90.+2. (2 gul)

AB-Skála 1-1 (0-1)

0-1: Jákup Johansen 41.

1-1: Sorin Anghel 90.+2.

Dómari: Rói Jacobsen

AB: Hans Jørgensen – Jógvan Isaksen, Sorin Anghel, Sørin Samuelsen, Gert Drangastein (Leivur Joensen, 84.)  – Bárður Olsen, Mikkjal T. Hentze, Jobin Drangastein – Jónas Stenberg, Karstin Højgaard (Jógvan Skeel Nolsøe, 73.), Dion Splidt (Hørður M. Mohr, 90.)

Gult kort: Mikkjal T. Hentze, Sorin Anghel, Sørin Samuelsen

Reytt kort: Sørin Samuelsen 90.+2. (2 gul)

Skála: Mark Ryutin – Jákup Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen – Andras Frederiksberg, Poul N. Poulsen, Ólalvur Mikkelsen – Edvin Jacobsen, Brian Jacobsen (Holgar Durhuus, 71.), Jákup Johansen

Gult kort: Edvin Jacobsen

B36-HB 1-1 (0-1)

0-1: Christian R. Mouritsen 31.

1-1: Jákup á Borg 9.+1.

Dómari: Petur Reinert

B36: Tórður Thomsen - Høgni Eysturoy - Hørður Askham - Andrias Eriksen - Alex Mellemgaard - Róaldur Jakobsen - Hanus Thorleifsson (Benjamin Heinesen, 76.) - Rasmus Dan Sørensen (Sandri Færø, 76.) - Jákup á Borg - Lukasz Cieslewicz - Adeshina Lawal

Gult kort: Andrias Eriksen

HB : Heðin Stenberg - René S. Joensen (Jógvan Rói Davidsen, 76.) - Rógvi S. Holm - Jóhan T. Davidsen - Alex dos Santos - Tróndur Jensen - Heini Vatnsdal - Fróði Benjaminsen - Kristin Mouritsen (Levi Hanssen, 78.) - Christian R. Mouritsen - Andrew av Fløtum

Gult kort: Tróndur Jensen, Fróði Benjaminsen

Støðan eftir 4 umfør

NSÍ 9

EB/Streymur 8

HB 8

B36 8

ÍF 6

KÍ 6

AB 4

Víkingur 4

B68 1

Skála 1

5. umfar

Skírisdag 17. apríl

KÍ-AB

ÍF-EB/Streymur

B68-B36

Skála-Víkingur

HB-NSÍ

---------

LIÐUGT

90) 3-1

3-1: Ndende

75) 3-0

Ísak Simonsen er komin inn á vongverjan í høgru í staðin fyri Gunnar Christiansen. Gunnar sá tíðliga gult, og eftir tvey fríspørk í 2. hálvleiki mundi KÍ venjarin kvíga fyri, at eitt gult kort aftrat skuldi bera reytt við sær.

Eftir fínt EB/Streyma kontra var Hans Pauli Samuelsen í góðari støðu, men hann sendi bóltin upp um málið.

Væl upplagdi Niels Pauli Danielsen er farin av vøllinum, og í hansara stað er Brian Olsen komin inn á EB/Streyma miðvøllin.

70) 3-0

3-0: Gunnar Zachariasen

Eftir frísparksframlegging royndi Ndende at beina bóltin til horna, men Gunnar Zachariasen var fyrstur á og smekkaði bóltin í málið.

Sørmundur Kalsø hjá KÍ sær gult fyri óregluliga at steðga væl upplagda Niels Paula Danielsen. 

65) 2-0

Tað er sera undirhaldandi, og KÍ hevur bóltin nógv. Tað gongur tó illa at mynda upplagdar málmøguleikar. Størstu vandarnir eru í sambandi við deyðbóltsstøður, og eftir horna brast hann í tvørtræið aftanfyri René Tórgarð.

60) 2-0

Hjá EB/Streymi er tað dyggur smeitur, at landsliðsspælarin Pól Jóhannus Justinussen, um í dag hevur verið verjukendur miðvallari, er farin skaddur av vøllinum. Í hansara stað er komin Jóhannes Hansen, ið er farin á vinstra vongverja, meðan Gert Hansen er farin á sentrala og verjukenda miðvallarplássið.

Harvið hevur EB/Streymur mist bæði Arnbjørn Hansen og Pól Jóhannus Justinussen.

EB/Streymur hevur fólkið aftarlaga á vøllinum.

55) 2-0

KÍ hevur samanspælt í fitta løtu, og tað endaði við, at Tórur Justesen royndi seg við góðum skoti, sum René Tórgarð bjargaði til horna. Eisini eftir hornasparksinnleggið var talan um spenta støðu í EB/Streyma brotsteiginum, men tað endaði við málsparki.

50) 2-0

Fyrstu løtuna eftir steðgin hevur tað verið friðarligt, og talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar.

46) 2-0

Eyðun Klakstein hevur skift tveir nýggjar menn inn á KÍ liðið, nú tað verður farið undir 2. hálvleik við Margáir. Inn eru komnir Heðin á Lakjuni og Rodrigo Silva. Hetta er fyrsta ferðin í ár, at hesir báðir eru á besta KÍ liðnum. Av vøllinum eru farnir Henry Heinesen og Ivan Joensen.

Gunnar Zachariassen er komin inn á EB/Streyma liðið í staðin fyri Arnbjørn Hansen, sum annars var sera vandamikil undan steðginum.

Teir eru farnir at hvíla seg við Margáir, har tað í góðum líkindum hevur verið gott undirhald í 1. hálvleiki.

HÁLVLEIKUR

2-0

45) 2-0

43) 2-0

EB/Streymur hevur orduliga spruttað, og klaksvíkingar hava bjargað á strikuni. Tað hava verið møguleikar í báðum endum, og málverjarnir báðir – René Tórgarð hjá EB/Streymi og Meinhardt Joensen hjá KÍ – hava fleiri ferðir bjargað sera væl.

35) 2-0

KÍ og serliga Hjalgrím Elttør hava fótað sær. Gestirnir hava spælt seg til fleiri møguleikar, men higartil er tað ikki eydnast at finna vegin til meskarnar.

33) 2-0

KÍ pressar fyri at koma fyri seg aftur. Hjalgrím Elttør hevur havt góða skotroynd, men René Tórgarð vardi bóltin til horna, sum tað einki spurdist burturúr.

Serliga í sambandi við deyðbóltsstøður leggja klaksvíkingar nógv fyri.

25) 2-0

KÍ hevur fótað sær so spakuliga, og tað hava verið spentar støður í EB/Streyma brotsteiginum. KÍ hevur síðstu løtuna havt trý hornaspørk og eitt vandamikið fríspark.

13) 2-0

2-0: Niels Pauli Danielsen 11.

Tað gongur skjótt hjá EB/Streymi. Eftir langa sending, sum Pól Johannus Justinussen snittaði víðari, kom Arnbjørn Hansen í góða støðu. Í staðin fyri at royna sjálvur, spældi Arnbjørn Hansen til miðvallaran Niels Paula Danielsen, sum setti bóltin upp í málhornið!

1-0

KÍ hevur sett seg í torføra støðu beinanvegin. Fyrst sá Gunnar Christiansen gult fyri at steðga mótstøðumonnunum í at skjóta fríspark.

So endaði skeiv sending við, at EB/Streymur fekk horna, og tá endaði tað við, at Atli Danielsen tók bóltin við hondini. Dagfinn Forná bríkslaði fyri brotssparki, sum Hans Pauli Samuelsen umsetti til mál.

1-0: Hans Pauli Samuelsen br 8.

Við Margáir hita EB/Streymur og KÍ upp. Fyrsta bríkslið verður klokkan 16.00. Tað er greitt, at Arnbjørn Hansen fyri fyrstu ferð í ár verður millum teir fyrstu ellivu hjá EB/Streymi í landskappingardysti. Tað er eisini greitt, at Páll A. Klettskarð, sum seinastu árini hevur verið drúgvasti málskjúttin hjá KÍ, ikki er millum teir fyrstu ellivu. Hann er skaddur, og aftur í dag verður Johan Jacobsen fremsti maður.

EB/Streymur-KÍ kl. 16.00

Dómari: Dagfinn Forná

EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas Tór Næs, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Gert Hansen – Høgni Madsen, Pól Jóhannus Justinussen, Niels Pauli Danielsen – Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

KÍ: Meinhardt Joensen – Gunnar Christiansen, Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur Kalsø, Tórur Justesen – Ivan Joensen, Ndende Adama Guéye, Atli Danielsen, Hjalgrím Elttø, Henry Heinesen, Johan Jacobsen

------------

LIÐUGT

1-1

Stutt undan leikloki sá Sørin Samuelsen reytt fyri neyðbremsu. 

90) 1-1

1-1: Sorin Anghel 90.

So eydnaðist tað argjamonnum at javna. Dion Splidt legði innkast innfyri úr vinstr, og Sorin Anghel, sum í 2. hálvleiki  hevur verið frammarlaga á vøllinum, tveitti seg fram og stútaði bóltin í málið!

85) 0-1

Gert Drangastein hjá AB er farin skaddur av vøllinum. Hann var so mikið viðtikin, at tað var neyðugt at bera hann á børu út um síðulinjuna. Í hansara stað er komin Leivur Holm.

75) 0-1

AB roynir at leggja trýst á, men tað gongur illa at fáa bóltin í málið, hóast tað mesta gongur fyri seg í Skála brotsteiginum.

Jógvan Skeel Nolsøe er komin í AB álopið í staðin fyri Jógvan Skeel Nolsøe.

Holgar Durhuus er komin í Skála álopið í staðin fyri Brian Jacobsen.

60) 0-1

AB hevur fyrsta korterið eftir steðgin spent álopsbogan, og tað er nógv meiri trýst á Skála verjuna, enn tað var í 1. hálvleiki. Skála dúvar upp á møguleikan fyri snarálopum, men støðan er framvegis 1-0 til Skála.

HÁLVLEIKUR

45) 0-1

Næst við at javna var AB, tá ið Dion Splidt sendi bóltin í tvørtræið.

42) 0-1

0-1: Jákup Johansen 41.

Eftir frísparksinnlegg og út frá aftur so legði Skála innfyri úr vinstru. Bólturin ferðaðist 40 metrar, áðrenn vongverjin Jákup Johansen tamdi bóltin og smekkaði hann í málið.

25) 0-0

Talan hevur ikki verið um stórvegis møguleikar á Argjum. Høgri vongverji hjá AB, Jógvan Isaksen, stýrdi innleggi upp á tvørs, og bólturin rakti tvørtræið, uttan at tað var so vandamikið.

Tað er vandamikið, tá ið Jobin Drangastein tveitir innkøst heilt inn undir Skála málið.

Dion Splidt er komin heim úr Danmark, og hann er fyri fyrstu ferð í ár í AB álopinum. Jóan Símun Edmundsson er skaddur, og Beinir Ellefsen er sjúkur.

AB-Skála kl. 16.00

Dómari: Rói Jacobsen

AB: Hans Jørgensen – Jógvan Isaksen, Sorin Anghel, Sørin Samuelsen, Gert Drangastein – Bárður Olsen, Mikkjal T. Hentze, Jobin Drangastein – Jónas Stenberg, Karstin Højgaard, Dion Splidt

Skála: Mark Ryutin – Jákup Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen – Andras Frederiksberg, Poul N. Poulsen, Ólavur Mikkelsen – Edvin Jacobsen, Brian Jacobsen, Jákup Johansen

-----

LIÐUGT

1-0

85) 1-0

Toftamenn spenna álopsbogan, og síðstu løtuna hava tað verið spentar støður frammanfyri Geza Turi í Víkinga málinum, sum hevur stórbjargað eina ferð. Tað var, tá ið Óli H. Olsen royndi seg.

70) 1-0

1-0: Heðin Hansen

So hevur Víkingur fingið úrtøku burturúr alt greiðari yvirvágini, sum heimaliðið hevur havt í 2. hálvleiki. Sølvi Vatnhamar átti uppleggið, og miðvallarin Heðin Hansen smekkaði bóltin í málið.

60) 0-0

Víkingur hevur framvegis leikliga yvirvág, men tað gongur illa at mynda upplagdar málmøguleikar.

HÁLVLEIKUR

0-0

Víkingur hevur havt betri tak á bóltinum enn B68. Men toftamenn hava verið væl skipaðir í verjupartinum, og nú teir eru farnir at hvíla seg er støðan framvegis málleysur javnleikur.

Hjá B68 ræður um at varðveita hesa støðuna sum longst. Toftamenn verða heilt víst nøgdir, um tað skuldi eydnast at vunnið eitt stig við sær til hús aftur. Hjá Víkingi verður tað ikki góðkent, um henda støðan fer at standa við. Tí verður neyðugt hjá heimaliðnum at leggja meiri fyri í álopspartinum.

Tíðliga í 1. hálvleiki endaði bólturin í netinum aftanfyri Víkinga málverjan Geza Turi. Hetta var eftir B68 horna og eitt sindur av aftur og fram, men dómarin kolldømdi málið.

30) 0-0

Tað gongur javnt á. Kanska hevur heimaliðið lítla leikliga yvirvág, men talan hevur ikki verið um upplagdar møguleikar.

Víkingur-B68 kl. 16.00

Dómari: Eiler Rasmussen

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Hallur Hansson, Súni Olsen, Hans Jørgen Djurhuus– Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen,  Filip Djordjevic

B68: Kristian Joensen – Niklas Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Mads Rosenberg, Kristian Anton Andreasen – Ovi Brim, Hákun Edmundsson, Jann Ingi Petersen, Janus Mortensen – Óli H. Olsen, Andrias á Líknargøtu

---

ÍF-NSÍ 2-1 (2-0)

ÍF hevur vunnið fyrstu stigini á heimavølli, og NSÍ hevur mist fyrstu stigini. Úrslitið í oyggjauppgerðini í Fløtugerði millum ÍF og NSÍ var 2-1 til heimaliðið, sum eftir 1. hálvleik var frammanfyri 2-0 við málum, sum Clayton Soares og Dánjal á Lakjuni skoraðu.

Fyrstu løtuna eftir steðgin var NSÍ greitt omaná, og tá eydnaðist tað Árna Frederiksberg at minka um munin. NSÍ spenti seg út, men ÍF vardi væl, og fram ímóti dystarenda stórbjargaði Hallgrím G. Hansen í ÍF málinum.

LIÐUGT

2-1

90) 2-1

73) 2-1

Eftir stórt NSÍ trýst í fitta løtu hevur tað javnað seg aftur. ÍF verjir og dúvar upp á kontra, og harvið lúra møguleikar í báðum endum.

60) 2-1

2-1: Árni Frederiksberg

NSÍ hevur orduliga sett seg á spæli í 2. hálvleiki, og nú hevur tað borið frukt. Árni Frederiksberg hevur minkað um munin, og tað er vorðið heilt spennandi í Fuglafirði.

HÁLVLEIKUR

2-0

45) 2-0

Trygvi Mortensen og hansara menn í NSÍ hava nógv at tosa um, nú teir eru farnir at rinda møðina. Eftir trý tey fyrstu umførini var NSÍ einasta liðið við fullari úrtøku. Eftir 1. hálvleik í Fuglafirði er støðan 2-0 til ÍF. Clayton Soares og Dánjal á Lakjuni hava skorað ÍF málini.

Leikliga hevur tað gingið hampuliga javnt á, men tað hevur ikki eydnast Klæminti A. Olsen ella øðrum NSÍ spælarum at spæla seg til upplagdar møguleikar frammanfyri Hallgrím G. Hansen, sum verjir ÍF málið.

Á ÍF beinkinum sita m. a. Jákup Mikkelsen og Høgni Zachariassen.

35) 2-0: Dánjal á Lakjuni 35.

Fuglfirðingar hava tvífaldað leiðsluna ímóti NSÍ. Dánjal á Lakjuni sendi við høvdinum bóltin í málið aftanfyri Andras Gango. Ari Ó. Ellingsgaard átti innleggið úr høgru.

20) 1-0

Tað gongur javnt á. NSÍ hevur kanska verið eitt vet omaná. Fyri fimm minuttum síðani hevði NSÍ fríspark inni í brotsteiginum (óbeinleiðis), men tað spurdist einki burturúr.

12) 1-0  

1-0: Clayton Soares 10.

Eftir innlegg frá Nenad Saric úr vinstru hevur ÍF lagt seg framum ímóti NSÍ. Málskjútti var Clayton Soares. ÍF vann bóltin frá NSÍ, sum royndi at byggja upp í høgru. Fritleif í Lambanum, sum aftur í dag er vinstri vongverji hjá ÌF, var við í uppspælinum saman við Nenad Saric.

ÍF-NSÍ kl. 15.00

Dómari: Ransin N. Djurhuus

ÍF: Hallgrím G. Hansen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Poul N. Poulsen, Fritleif í Lambanum - Karl Løkin, Bogi Reinert Petersen – Dánjal á Lakjuni, Nenad Saric, Ari Ó. Ellingsgaard – Clayton Soares

NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg , Jens Joensen, Einar Tróndargjógv, Monrad Holm Jakobsen – Magnus Olsen, Sjúrður Jacobsen – Andy Olsen, Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen

---