Tað hevur verið keðiligt veður í nátt og tað hevur kanska ikki eggjað til tað villa náttarlívið. Undir øllum umstøðum hevur tað verið lítið av fólki í býnum í nátt, sigur løgreglan. Og tey siga, eisini, at tað hevur verið friðarligt.
Men seint seinnapartin í gjár varð kortini ringt til løgregluna at boða frá nógvum royki úr almennu wc-unum í Steinatúni. Løgreglan sigur, at talan var um, at onkur hevði lagt eina wc-rullu í eitt vask og hevði fest í. Tað reyk illa, men eingin skaði hendi, so tá ið sløkkiliðið hevði luftað út, ruddað upp aftur, vóru wc-ini opin aftur.
Løgreglan sigur, at helst er talan um barnalótir, men tað er ikki so heilt sjáldan at tey verða boðsend, tí at onkur hevur spælt við eld inni á wc-unum í Steinatúni. Og tað ávarar løgreglan staðiliga ímóti, tí tað er rættiliga skjóatt at stórur skaði kann standast av tí, og revsingin fyri at seta eld á, er rættiliga hørð.