Mikukvøldið skipar Føroya Pedagogfelag fyri pallborðsfundi í Miðlahúsinum um sosialpedagogikk.
Pedagogfelagið setir sjóneykuna á sosialpedagogikkin í vár, og mikukvøldið 23. apríl verður aftur eitt átak í hesum sambandi. Tá verður ein pallborðsfundur um sosialpedagogikk í Miðlahúsinum í Havn.
Yvirskriftin fyri pallborðsfundinum er “Tað góða lívið”, og at kjakast eru boðin Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Rósa Samuelsen, forkvinna í Løgtingsins trivnaðarnevnd, Eyðun Christiansen, aðalskrivari í Kommunufelagnum, og Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.
Haraftur vera trý sonevnd innspark, har tveir námsfrøðingar og ein ráðgevi siga frá sínum royndum í soialpedagogiska arbeiðinum.
Luttakarnarnir við pallborðið fara at kjakast um sosialpedagogikk í breiðari merking, og hvørja leið vit eiga at ganga á hesum økinum.
Millum annað verður kjakast um, hvussu vit kunna tryggja teimum, ið tørva hjálp í gerandisdegnum at hava ávirkan og fult ræði á egnum lívi, um inklusjónshugsanina í pedagogiska arbeiðnum. Kunnu virkisætlanir tryggja sjálvsavgerðarrættin hjá hvørjum einstøkum og hvat ítøkiliga verður gjørt fyri at røkka hesum máli?
Pallborðsfundurin í Miðlahúsinum byrjar klokkan 19.30 mikukvøldið, og orðstýrari verður Øssur Winthereig, journalistur.