Tað gongur framá at útvega okkum eina fríhandilsavtalu við ES. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Í Løgtinginum í morgun vildi Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hava at vita frá floksfelaganum í løgmanssessinum, hvussu tað gongur við arbeiðnum at útvega Føroyum eina fríhandilsavtalu við ES, tí hóast vit hava roynt at fáa eina fríhandilsavtalu í ein mansaldur, er einki hent enn.
Avleiðingin er, at vit ikki eru kappingarfør á tí stóra og ríka ES marknaðinum, tí vit skulu rinda toll av virkaðum fiskavørum. Hann sigur, at í løtuni verður arbeitt við at menna samstarvið við ES við tí endamáli at útvega okkum fría atgongd til marknaðin hjá ES, men eisini í sambandi við útbúgvingar. Hann vónar, at tað fer at bera til at fáa eina fríhandilsavtalu við ES.
Hann sigur, at í hvussu so er ætlar samgongan at gera sítt ítarsta fyri at fáa eina betri avtalu. Arbeitt verður av øllum frontum, tí øll 27 limalondini skulu góðkenna eina slíka avtalu. Í hesum sambandi verður eisini samstarvað við donsku stjórnina. Fáa vit eina fríhandilsavtalu, kunnu vit skapa eitt nógv størri útflutningsvirði, sigur løgmaður.
Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, er sannførdur um, at veruliga orsøkin til, at vit ikki fáa eina fríhandilsavtalu við ES, er, illvilji frá ES, tí ES vil hava okkum upp í ES. Er viljin til staðar í ES, verður ein fríhandilsavtala avgreiðist í eini handavending.
Kaj Leo Holm, tingmaður fyri Sambandsflokkin er sannførdur um, at fortreytin fyri at fáa eina fríhandilsavtalu, er at danska stjórnin eisini virkar fyri tí – heilugað. So leingi, vit eru í ríkisfelagsskapi, er tað fortreytin, sigur hann.