Maðurin, sum er næstovasti í russisku hernaðarligu fregnartænastuni, GRU, varð álvarsliga særdur av skotum í einum íbúðarbygningi í Moskva.

Tað gongur framá hjá Vladimir Aleksejev

Russiski generalurin varð álopin og raktur av skotum, og hóast støðan hjá honum var hættislig, og hann endaði í koma, gongur nú eftir øllum at døma rætta vegin

Maðurin, sum er næstovasti í russisku hernaðarligu fregnartænastuni, GRU, varð álvarsliga særdur av skotum í einum íbúðarbygningi í Moskva.

Sambært russiskum miðlum er russiski generalinum, 64 ára gamla, Vladimir Aleksejev, sum herfyri varð skotin í Moskva, ikki longur í lívsvanda.

Maðurin, sum er næstovasti í russisku hernaðarligu fregnartænastuni, GRU, varð álvarsliga særdur av skotum í einum íbúðarbygningi í Moskva.

Eftir skurðviðgerð siga keldur í Russlandi er maðurin er við vit, og at tað ikki stendur um lív hjá honum.

Vladimir Aleksejev varð álopin og raktur av skotum, og hóast støðan hjá honum var hættislig, og hann endaði í koma, gongur nú rætta vegin.

Generalurin er eisini kendur fyri at hava havt sín leiklut í russisku krígsførsluni í Ukraina, men ikki er greitt, hvat motivið aftanfyri drápsroyndina var.