Ígjár leikti liðið hjá David Geza Turi, Grimsby Town javnt 0-0 á útivølli móti Newport. Tað ótrúliga í dagsins dysti var, at liðini brendu hvør sítt brotsspark.
Geza var sekur í brotssparkinum Newport fekk í 61. minutti. Men lukkutíð bjargaði málverjin, Jackson Smith brotssparkinum. 13 minuttir seinni brendi Charles Vernam eitt brotsspark fyri Grimsby.
Geza fekk í dag 67 minuttir á vøllinum. Hetta er áttandi dysturin á rað, at Geza fær spælitíð, og í hesum fimm dystunum hevur Grimsby fimm sigrar og tríggjar javnleikir.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Newport-Grimsby 0-0. Brotssparksstøðan sæst við 1:10 minuttir:
##med2##











