– Árið í ár fer at roynast nógv betri enn vit høvdu væntað. Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi. Hesi seinastu árini hevur tað gingið støðugt fram á og Atlantsflog hevur havt alsamt fleiri og fleiri ferðafólk at føra, eins og tey eisini hava knýtt alsamt fleiri ferðamál upp í rutunetið.
Og í 2019 setti Atlantsflog met tá ið tey fingu sløk 340.000 ferðafólk at føra ímillum Føroyar og umheimin. Men so kom korona og legði alt lamið, og síðani hava tey stríðst við at fáa gongd á aftur.
Tíðliga í ár høvdu vit rættiliga fingið bilbukt við koronu, so at vit aftur kundu liva og virka, sum vant. Sostatt fór gongd eisini at koma á flogferðsluna aftur, og tá ið tey í Atlantsflogi løgdu ætlanina fyri í ár, var málið at tey skuldu fáa sama tal á ferðafólki í ár, sum tey høvdu í metárinum 2019.
Men Jóhanna á Bergi sigur, at nú árið av álvara er við at halla, og tey mangla bara at fáa einar átta flogfør til landið, vísir tað seg, at árið í ár fer at roynast væl frægari enn tað. Nýggjastu metingarnar siga nevniliga, at ferðafólkatalið í ár fer at liggja um 350.000 ferðafólk, ella eini 10.000 ferðafólk fleiri enn í 2019 – og so nógv ferðafólk hevur føroyska flogfelagið ongantíð áður flutt upp á eitt ár.
Stjórin í Atlantsflogi sigur, at annars gekk tað strilti teir fyrstu mánaðirnar í ár, so tey vóru við at fella í fátt, tí korona vildi ikki sleppa takinum. Men ímóti várið vórðu allar koronu-avmarkingar strikaðar og tá glapp tað ordiliga, og síðani hevur talið á ferðafólki verður væl størri enn tey væntaðu frammanundan.
Hon leggur afturat, at tá ið tey tosa um ferðafólk í hesum sambandi, er talan um einvegis ferðaseðlar, so eitt fólk, sum ferðast úr Føroyum, og aftur, telur fyri tvey ferðafólk.