Gróðurin á Sandarfløtum á Sandi hevur verið góður í summar, og nú nærkast tíðin, til sølan av hesum góða grønmeti fer at byrja.
Hetta er alt grøði í heimsflokki, og hetta er stutt-flutt matvøra, sum ikki kemur heim úr útlandinum, men heiman av Sandi.
Á Sandi eru tað serliga garðarnir, Miðstovugarður og Uttastovugarður, sum gera nógv burtur úr at velta, og hetta munnu vera millum størstu veltur í Føroyum.
Á myndini, sum Johan Mortensen, hevur tikið á Sandarfløtum, stendur Jóannes Johannessen, Jóannes í Miðstovuni, róptur, mitt í stóru gularótaveltuni.
Grøðin av Sandi verður seld bæði privat, á marknaðum og til matstovuvinnuna, og áhugin er stórur. Fólk vilja sleppa at smakka hesa fantastisku vøru.
Sagt verður um Sandarfløtur, at hetta er gamal havbotnur, sum fjaraði undan fyri nøkrum túsund árum síðan, tá ísurin bráðnaði eftir seinnu ístíðina.
Tað eru tey, sum siga, at lendið á og kring hesara fløtur telist millum tey gróðrarríkastu í Føroyum.
##med2##