Í danska blaðnum Informtión er ein grein sum ber heitið "Tað løgna ríkið".
Greinin setur eitt stórt spurnartekin við framferðina hjá Poul Nyrup Rasmussen mótvegis føroyingum.
Sagt verður millum annað, at orsøkin til tann stóra áhugan fyri hesum ríkisfundinum skal finnast í mátanum, Nyrup-stjórnin hevur handfarið føroyska bankamálið.
Millum annað tí, fundurin verður hildin í Føroyum, har skaðin er hendur, og tí, at fundurin verður hildin einans níggju dagar, áðrenn frágreiðingin verður almannakunngjørd.
Greinskrivarin spyr m. a. um høgtstandandi embætismenn ella ráðharrar vóru vavdir inn í gøluna um Føroya Banka.
Greinskrivarin kemur millum annað inn á ríkisstuðulin, sum vit fáa úr Danmark. Føroyingar fáa 908 milliónir í verandi ári, men ein partur verður sendur aftur til Danmarkar sum rentugjalding og ein annar partur sum vørukeyp úr Danmark. Tí kunnu nógv stuttlig roknistykki setast upp um henda blokkstuðul.
Einki er at ivast í, sigur blaðið, at tann samlaði blokkstuðulin, til Grønland og Føroyar, er í milliardklassanum, uttan tó, at danir eru illir um tað. Tað er bara Framburðsflokkurin sum hevur grenjað, tá danska fíggjarlógin hevur verið til viðgerðar.
Nyrup vánaligur
PR-maður
Annars heldur Informatión, at Poul Nyrup Rasmussen skuldi fingið prísin fyri vánaligastu donsku PR-framførsluna.
Hann hevur goymt upplýsingar, hann hótti føroyskar politikarar í 1993, og tá ynskini um dómarakanning komu fram, noktaði hann at spæla við opnum kortum, og gav føroyingum eina afturlætna kanningarnevnd.
Henda kanning brúkti ein sakførara, sum mátti viðganga, at hann var inhabilur.
Aftaná hesar brølarar hevur Nyrup gloymt allar møguleikar at koma til Føroya fyri at bjarga støðuni.
Sera undrunarsamt í eini so stórari niðurgangstíð, sum henni Føroyar hava verið í, heldur Informatión.
Nú roynir Poul Nyrup Rasmussen, at bjarga støðuni, men heldur Informatión:
- Hann skal flenna so, at oyrini detta av, fyri at bøta um skaðan. Tí sjálvt um teir nú royna at endurreisa sambandi landanna millum, so hava vit eina kenslu av, at tað er ein frágreiðing uppá, hví hetta mál hevur gingið, sum tað hevur, og tað er helst tí, at Poul Nyrup innast í síni politisku sál, ikki dámar ríkisfelagsskapin so væl.
Samansvørjing
Eisini Politikken skrivar nógv um Føroyar í dag. Millum annað verður í eini grein sagt frá, at embætismenninir í forsætismálaráðnum alla tíðina halda seg kunnaðar um slatur, misálit og samansvørjingarteoriir.
Tað er Vibeke Larsen, ríkisumboðsmaður, sum javnan skrivar til Danmarkar um, hvat føroysku fjølmiðlarnir, fáast við. Hon sigur við Politikken:
- Meginpartin av tíðini hava danir tikið avgerðirnar í Føroyum, og føroyingar eru ikki vanir við, at danir hava hildið sínar avtalur.
Hon sigur eisini:
- Samfelagið her er lítið, og nokkso avbyrgt. Her hendir alt á ein ørðvísi hátt enn aðrastaðni, og við aðrari ferð. Tá føroyingar møta einum "toptunaðum", effektivum donskum embætisverki, so kann tað virka ræðandi.
Løgmaður verður, úr einum tíðindaskrivi, endurgivin fyri at siga, at hann er keddur av at fjølmiðlarnir ferð eftir ferð seta kílar í sambandið millum Danmark og Føroyar.
Tó skrivar Politikken:
- Danska forsætismálaráðið hevur gjørt sítt til, at halda slatrinum uppi, millum annað við at nokta føroyingum innlit í málið um undirgrundina.
Politikken hevur roynt, at fingið eina viðmerking frá Niels Bernstein, sum er stjóri í forsætismálaráðnum, men hann vil onga viðmerkingar gera.
Sjálvir skyldina
Í eini leiðandi grein, við heitinum "Framtíð Føroya" slær Politikken fast, at tað eru føroyingar sjálvir, sum hava skyldina.
Føroyingar hava brúkt ov nógvar pengar, bæði alment og privat, og føroyska samfelagið var farið á húsagang.
Politikken sigur hetta, tí blaðið heldur, at hetta ofta verður gloymt í kjakinum í Føroyum
- Ja, vistu vit ikki betri, so kundi kjakið í Løgtinginum og Fólkatinginum bent á, at tað var stjórnin, sum skapti kreppuna í Føroyum, og at teir hava snýtt føroyingar til at yvirtaka tapið hjá Den Danske Bank í føroyska samfelagnum.
Sagt verður, at bankamálið ikki er orsøkin til kreppuna, men ein fylgja av henni.
Niðurstøðan í greinini er, at líkamikið hvør niðurstøðan av bankakanningini er, so broytir tað ikki tørvin fyri eini framhaldandi endurreisingararbeiði av føroyska búskapinum.
Ábyrgdin fyri kreppuni liggur fyrst og fremst hjá Landstýrið og Løgtingið, og møguliga eisini hjá donsku stjórnini og leiðsluni í Den Danske Bank. Hetta kjak kann ikki longur forða fyri einum skilagóðum kjaki millum føroyingar um framtíð Føroya.
Soleiðis siga danskir greinskrivarar, og ikki kann sigast annað enn, at tað er ymsikt sum eyguni síggja støðuna.
Í donsku bløðunum hava næstan ongar viðmerkingar frá føroyingum. Tað er helst tí, at teir ikki hava brúk fyri teimum. Tað sýnist sum danir kenna støðuna betri enn føroyingar gera.