- Tað var fantastiskt at koma heim og tað var alvorliga gott at síggja familjuna aftur. Tað sigur Arne Vatnhamar, sum kom aftur til Keypmannahavnar í morgun eftir at hava útint eitt heilt sjáldsamt bragd.
Les eisini: Arne Vatnhamar: Eg helt ikki eg kom aftur
Hann er nevniliga fyrsti føroyingur, sum hevur klintrað upp á Mount Everest. Í morgun sigur hann við Rás2, at ferðin upp á heimsins hægsta fjall, varð ov spennandi, tí hann mundi ikki verði verandi har uppi.
Hann fekk vatn á lunguni og tað var um reppið at hann bjargaði lívinum. Tá ið hann kom til Keypmannahavnar í morgun, tóku familja og vinir ímóti honum og tað varð eisini skipað fyri móttøku í Føroyahúsinum. Unnusta hansara, Majbritt Rasmussen, greiddi eisini frá í morgun, at familjan mestsum ikki hevur sovið síðstu vikurnar, tí fjálturin hevði verið so stórur.
– Vit hava verið bangin og fjálturstungin, og tí er tað fantastiskt, at hann er komin aftur til okkum, segði hon.
Meira um heimkomuna hjá Arna Vatnhamar í Sosialinum hetta vikuskiftið Men trýst eisini á pílin undir myndini og hoyr Arna Vatnhamar greiða frá.
Síggj fleiri myndir frá móttøkuni í Kastrup við at trýstaHER
|