Tað var rætt at koma til Føroya

Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, er glaður fyri, at hann ikki lurtaði eftir teimum, sum vildu hava hann at avlýsa ferðina til Føroya nú, segði hann á tíðindafundi eftir ríkisfundin týskvøldið

Hóast summir føroyingar, og danir við, helst vildu, at forsætisráðharrin útsetti Føroyaferðina til eftir, at úrslitið av bankakanningini er almannakunngjørt, er Poul Nyrup Rasmussen sjálvur fegin um, at hann er komin.

Á tíðindafundi í Havn týskvøldið segði hann, at hann er sannførdur um, at tað var rætt ikki at lurta eftir teimum, sum vildu hava hann at setast aftur.

»Vit hava havt seriøsar og konkretar samrøður um evni, sum viðkoma øllum trimum pørtum,« segði Poul Nyrup Rasmussen, tá hann beyð vælkomin til tíðindafundin.

Eini 30 tíðindafólk úr fleiri norðanlondum vóru møtt á fundinum. Og skilligt var, at í øllum førum donsku tíðindafólkini væntaðu, at føroyingarnir fóru at spyrja eftir bankakanningini.

Sjálvir høvdu danirnir hug at bera fram undir at fáa forsætisráðharran at siga okkurt um kanningina, men tað bar líkasum ikki til. Og tá so føroyska pressan fór at tosa um onnur ting, fánaði bankamálið mestsum burtur.


Búskapur og fiskur

Sum vera man vóru búskaparmál og fiskivinnumál umrødd á einum ríkisfundi í Føroyum.

Poul Nyrup Rasmussen segði, at teir høvdu tosað um, hvussu fiskastovnarnir í Norðuratlantshavi vóru fyri, og hvønn týdning teir hava fyri bæði Føroyar og Grønland.

Upp á spurning um, hvørt danska stjórnin aftur fór at blanda seg í, hvussu føroyingar umsita sítt fiskiríkidømi, svaraði forsætisráðharrin, at tað fara danir ikki.

Føroyingar hava yvirtikið handan partin, og harvið verður tað.

Hann tóktist ikki vita, ella leggja í, at danir undir kreppuni settu krøv til føroyingar um, hvussu fiskast skuldi undir Føroyum.

Og hóast forsætisráðharrin segði, at hann hevði tosað við løgmann og landsstýrisformannin um búskaparmál, høvdu teir ikki havt tær seinastu ávarðingarnar, føroyskir búskaparfrøðingar eru komnir við, á lofti.

Beinleiðis spurdur, um Edmund Joensen, løgmaður, hevði kunnað hinar báðar um tað, Bjarni Olsen, formaður í Búskaparráðnum, og Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, hava ført fram um jólini, svaraði løgmaður:

»Nei.«

Og skilligt var at síggja á bæði Nyrup og Motzfeldt, at tær ávarðingarnar kendu teir einki til.


Blokkstuðulin

Á ríkisfundinum var blokkstuðulin umrøddur, segði Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri.

Tann grønlendski er longu avtalaður, meðan tann føroyski fer at verða viðgjørdur heilt skjótt.

Hóast fundurin millum teir tríggjar leiðararnar innan ríkisfelagsskapin verður nevndur ríkisfundur, kundi hann tað sama itið sambandsfundur.

Allir søgdu seg fegnast um tað góða samstarvið teirra millum innan ríkisfelagsskapin. Og allir fegnaðust um, at hesin fyrsti fundurin av hesum slagi, sum hildin varð uttan fyri København, varð hildin í Tórshavn.

Og sum skiltist, væntar danski forsætisráðharrin ikki, at stórvegis broytingar í felagsskapinum.