Tað verður ein øgiligur saknur í honum

Vit hava undrast á, hvussu væl tað hevur gingist hjá honum, sigur landsstýrismaðuri hjá honum

Tað heilt ótrúligt, hvat hann hevur fingið nógv burtur úr, og tað verður ein øgiligur saknur í honum. Tað sigur Jenis av Rana, landsstyrismaður í uttanríkismálum, nú John Rajani fer úr starvi sum føroyskur sendiharri í Ísrael, bara sjey mánaðir eftir at hann varð settur í starv.

 

Jenis av Rana sigur, at sendimaðurin hevur dugað at knýtt nógv sambond við politikarar og fjølmiðlar, men eisini á vinnuliga økinum, har hann hevur fingið gongd á veruligan samhandil ímillum Føroya og Ísrael. Áðrenn hann varð settur, var føroyskur laksur ókendur í Miðeystri og tað var, at kalla, eingin samhandil ímillum Føroyar og Ísrael, men nú eru tað ikki so fá tons av føroyskum laksi, sum fara til Ísrael um vikuna.

 

Men Jenis av Rana sigur, at maður kemur í mans stað og nú kemur sendiharrin heim til eitt annað týdningarmikið starv, sum stjóri á løgmansskrivstovuni. Og nú skal so nýtt sendifólk finnast til Ísrael, men enn er ikki greitt um tað verður lýst leyst, ella ikki. Tað vóru nógvar umsóknir til starvið og nógvir umsøkjarar vóru sera væl skikkaðir, og talan kann verða um at onkur av teimum fær tilboðið.

 

Jenis av Rana sigur, at hesir næstu dagarnir skulu brúkast til at fáa greiði á, hvussu mannagongdin skal vera, tá ið nýtt sendifólk verður sett. Hann sigur, at málið er avgjørt, at nýtt sendifólk skal vera sett, ella í hvussu so er næstan, tá ið John Rajani tekur við sum løgmansstjóri tann 1. august.

 

Hann vísir eisini á, at í oktober fara føroyingar á vinnuferð til Ísrael og tá er ætlanin at eitt nýtt føroyskt sendifólk skal hava fingið fótin fastan í Ísrael. Hann sigur, at seinast hann visti, høvdu heilar 30 føroyskar fyritøkur boða frá, at tey hava áhugað fyri at verða og tað skilst at tað eisini er stórur áhugi hjá ferðafólki at fáa tey setrini í flogfarinum hjá Atlantsflogi, sum verða til avlops, sigur Jenis av Rana.