Nógv bendir á, at Páll Guðlaugsson verður nýggjur venjari hjá TB. Sum skilst, so kemur frákoyrdi KÍ venjarin til landið í morgin og verður kunngjørdur sum nýggjur venjari hjá TB, ið fyrr í summar koyrdi Hans Fróða Hansen frá.
Tað hevur gingið strilti hjá aldursforsetanum í føroyskum fótbólti at seta nýggjan venjara, eftir at Hans Fróði Hansen bleiv koyrdur frá. Leiðslan í TB hevur í fleiri umførum boðað frá, at tað verður komandi dagnarnar, men uttan at nakað er hent. Fyribils venjari hevur verið annar av U21 landsliðsvenjarunum, Bill M. Jacobsen.
Nú tykist hinvegin greitt hvør nýggi venjari hjá TB verður. Talan er um Páll Guðlaugsson, sum fyrr í ár bleiv koyrdur sum venjari hjá KÍ. TB er í niðurflytingarstríði saman við millum annað júst KÍ.
Hesi bæði liðini møtast 31. august í Klaksvík í einum dysti, sum kann gerast avgerandi fyri hvat lið flytur niður. Sostatt bendir nógv á, at tað verður Páll Guðalugsson, sum ikki var samdur í frákoyringini, tá KÍ koyrdi hann frá, ið skal standa á odda fyri TB og royna at fella KÍ.