Tvær gentur frá Skúlanum á Fløtum vunnu SkúlaFM í ár. Tær vilja reinsa havbotnin við einum lítlum tindadjóri.
- Tá eg havi verið á floti við pápa mínum, er tað komið fyri, at vit hava fingið trælsrass á línuna, og pápi mín hevur fortalt mær um eginleikarnar hjá hesum djórinum, svarar Sólvá Magnadóttir, tá hon verður spurd, hvussu hon kom fram á tað hugskotið, sum fór við sigrinum til ársins SkúlaFM. Ein kapping sum Íverksetanarhúsið skipar fyri.
Undir virkisnavninum Ocean Clean, hevur hon saman við Sunnvá Midjord Mikkelsen ment eitt hugskot, sum alivinnan hevur tikið sera væl í móti. Tær báðar 15-ára gomlu genturnar vilja reinsa havbotnin við einum lítlum tindadjóri sum livir í sjónum.
Trælsrass er eitt lítið runt tindadjór sum altso livir á havsins botni. Djórið etur livfrøðilig evni og umger tað til súrevni, ið sum kunnugt er ein trotvøra á havsins botni.
Búra djórini inni
Hugskotið er at byggja eitt búr undir aliringinum, har trælsrassini skulu liva í. So hvørt sum restirnar úr aliringinum fella niður, etur trælsrassin tað, og umger tað til súrevni.
- Upp á henda mátan fáa vit bæði reinsað havbotnin og skapt meiri súrevni, sigur tann unga íverksetanargentan.
Tær báðar Sunnvá Midjord Mikkelsen og Sólvá Magnadóttir hava arbeitt leingi við hesi verkætlan, og tær hava verið í samband við bæði serfrøðingar, granskarar, alifyritøkur og patentfyritøkur. Tær hava kannað hetta hugskotið væl og virðiliga, og higartil sær tað út til at halda vatn.
- Serfrøðingar, granskarar og fyritøkur eru ordiliga áhugaði í okkara hugskoti, og ein patentfyritøka í Danmark hevur tryggjað okkum, at eingin annar hevur funnið upp á hetta áðrenn, sigur Sólvá Magnadóttir.
Tær ungu genturnar hava verið í samband við alifyritøkurnar Hiddenfjord og Marine Harvest, og fyritøkurnar vísa báðar stóran áhuga fyri hugskotinum.
Stóran áhuga fyri sjónum
Men hvat fær tvær 15-ára gamlar gentur at brúka tíð upp á alivinnuna, sum annars er dominerað av trøllvaksum monnum?
- Eg haldi, at øll í Føroyum hava áhuga fyri alivinnuni, tí hon er ein so kempistórur partur av okkara búskapi. Men tá vit hava hoyrt tey vaksnu tosa um trupulleikarnar í alivinnuni, er áhugin hjá okkum av álvara uppstaðin, sigur Sólvá Magnadóttir, sum kennur nógv sum arbeiða við og á sjónum.
Hon sigur, at tær báðar tvær hopa upp á eina framtíð í alivinnuni.
Arbeiða víðari við hugskotinum
Umframt at hava fingið heiðurin at vera besta íverksetanarhugskot millum fólkaskúlanæminar, hava tær báðar vunnið trý gávukort áljóðandi 7000 krónur til samans.
- Fyrst og fremst fara vit út at eta saman við læraranum hjá okkum, sum hevur verið ein stór hjálp. Restina av pengunum seta vit inn á eina kontu, og so mugu vit taka støðu til, hvat vit skulu brúka pengarnar til, sigur Sólvá Magnadóttir.
Hon vísir ikki aftur, at pengarnir fara til at menna hetta hugskotið enn meiri.
- Enn er hugskotið á óítøkiligum støði, men um vit fara víðari við hesum, fáa vit nokk tørv á nøkrum krónum at arbeiða við, sigur hon flennandi.
Rós frá dómsnevndini
Salurin í Norðurlandahúsinum var fullsettur fríggjadag fyrrapart, tá vinnarin av SkúlaFM 2016 skuldi kunngerast. Tá dómsnevndin skuldi grundgeva fyri síni avgerð, var eingin ivi um, hví júst hesar báðar genturnar vunnu.
- Fyritøkan er eitt gjøgnumbrot innan havbotnareinsan. Umframt at reinsa undir og rundanum alibrúki við at nýta trælsrass, vil fyritøkan eisini selja djórini aftaná, segði ein samd dómsnevndin.
Ætlanin er at selja trælsrassini í Asia, tá djórini eru liðug at eta restir undan alibrúkunum. Í Fjareystri er trælsrassa nevniliga ein delikatessa.
Enn hava tær báðar í Ocean Clean tó ikki troystað sær at smakka upp á delikatessuna.