Tailand og Kambodja eru samd um at leggja vápnini

Tailand og Kambodja hava skrivað undir vápnahvíldaravtalu.

Soleiðis sá tað út í oktober, tá Tailand og Kambodja skrivaðu undir vápnahvíldaravtalu við hjálp frá millum øðrum amerikanska forsetanum, Donald Trump. Síðani kyknaði ósemjan upp aftur, men nú eru partarnir enn einaferð samdir um at leggja vápnini. (Savnsmynd). - Mynd: Mohd Rasfan/Reuters

Tað boða londini bæði frá í felags fráboðan leygardagin, sambært tíðindastovuni Reuters.

Vápnahvíldarsáttmálin varð undirskrivaður eftir tríggjar dagar við samráðingum millum tey bæði landsynningssiatisku grannalondini, sum hava verið í hørðum bardøgum fram við markinum í fleiri vikur.

Vápnahvíldin kom í gildi leygardagin klokkan 12 lokala tíð, stendur í fráboðanini. Hetta svarar til klokkan 5 okkara tíð.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, var saman við Malaysia við til at samráðast um vápnahvíld millum Tailand og Kambodja, tá ein gomul ósemja um valdið fram við felags markinum kyknaði aftur í juli.

/Ritzau/