Taka bert skinn av Toftum

Navia tekur í ár móti skinnum - men bert um hesi eru úr hagapørtum í Nes kommunu

Navia fer aftur í ár at taka móti føroyskum skinnum.

 

Treytin fyri móttøku er tó, at talan er um seyð, sum hevur gingið í hagapørtum, sum hoyra til Nes Kommunu. Óli Kristian á Torkilsheyggi, stjóri, sigur við heimasíðuna hjá Nes Kommunum, at orsøkin til hetta er, at Navia hevur fingið góðkent allar hagapartarnar í kommununi.

 

Skinnini, sum Navia tekur ímóti, verða øll garvað í Svøríki, áðrenn tey koma aftur til Føroya.