Taka upplýsingarnar um portrið í álvara

Strandferðslan tekur nýggju upplýsingarnar umhekkuportið á Galaxy í álvara

- Upplýsingarnir, sum persónurin, ið tók myndina av hekkuportrinum á Galaxy og nú eisini ein persónur aftrat, núkoma við, verða tiknir í álvara, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni.

 

Málið um hekkuportrið er áður blivið kannað av Sjóvinnustýrinum, sum gjørdi eina niðurstøðu og lat máliðaftur. Tað hevur eisini verið frammi, at persónurin, ið tókmyndina, hevur meldað málið til løgregluna.

 

- Strandferðslan væntar at frætta, um hon skal luttaka í víðari viðgerð av málinum, sigur stjórin at enda og legguraftrat, at tað harmar Strandferðsluna, at ein persónur, sum umvegis sítt starv hevur serliga atgongd til dekkið á Galaxy undir sigling, ikki sigur manningini og Strandferðsluni frá, at hekkuportrið stóð upp á glopp ella var opið, so at máliðbeinavegin hevði kunnað blivið kannað og møgulig prógvtryggjað.