Átta bilasølur eru meldaðar til løgregluna. Tað er Taks, sum hevur meldað bilasølurnar. Málið snýr seg um brot á gomlu lógina um leigubilar. Síðani lógin varð dagførd er hon munandi greiðari um reglurnar rundan um leigubilar, men tað var gamla lógin ikki.
Og tað eru brot á hesa gomlu lógina, sum Taks meldar bilasølurnar fyri. Júst hvat tað er fyri brot, sum Taks metir bilasølurnar hava gjørt, er ógreitt. Taks sigur við in.fo í morgun, at tey hava onga viðmerking. Orsøkin er, at Taks vil ikki viðmerkja mál, sum eru meldað til løgregluna.
Kriminaldeildin hjá løgregluni váttar tó, at Taks hevur meldað bilasølurnar fyri brot á gomlu lógini um leigubilar, tó at løgreglan heldur ikki veit meira siga meira um málið í dag.
Meira um hetta málið á in.fo um eitt bil.